Vandi er fyri at tað endar við harðskapi

Nógvir føroyingar eru í Barcelona og ferðast, og serliga í morgin verður heitt á fólk um at halda seg burtur frá miðbýnum

Tað leikar hart á í Barcelona í hesum og ferðafólk skulu ansa sær

Tað leikar hart á í Barcelona í hesum og ferðafólk skulu ansa sær

Fólk, sum eru farin til Barcelona at ferðast, eiga at vísa varsemi. Tað sigur danska uttanríkisráðið í einum tilmæli til ferðafólk nú seinnapartin.

Síðani fleiri fólk, sum eru virkin í frælsisstríðnum í Katalonia, nú ein dagin vórðu dømd at fara í fongsul, hava umfatandi mótmælisgongur verið í Katalonia, eisini í Barcelona, har mótmælisfólk eisini fóru á sjálvan flogvøllin.

Atlantsflog hevur regluliga flúgving upp á Barceona og tað er eitt stórt tal av føroyskum ferðafólki í katalanska høvuðstaðnum.

Og Uttanríkisráðið sigur, at tað er væntandi, at mótmælisgongurnar fara at halda fram hesar næstu dagarnar, serliga í miðbýnum í Barcelona.

Tí verður heitt á ferðafólk um at halda seg burtur frá mótmælisgongununum, tí vandi er fyri harðskapi og samanbrestum ímillum løgreglu og mótmælisfólk.

Í morgin, fríggjadagin, verður aðalverkfall í Katalonina og tá verður heitt á fólk um at halda seg burtur frá miðbýnum, tí vandi er fyri harðskapi. Men annars verður heitt á fólk um at gera eftir boðum frá myndugleikunum.  

Tey siga, at ferðslan til og úr Barcelona kann eisini verða tarnað av mótmælisgongunum, so tað skulu ferðafólk eisini hava í huga.

Tað leikar hart á í Barcelona í hesum og ferðafólk skulu ansa sær