Vandi er fyri at tænastur til tey eldru verða niðurlagdar

Núverandi støða kann ikki halda fram, heldur nevndarlimur í Pensjónistafelagnum

Heldur verandi støða á eldraøkinum fram, er stórur vandi fyri, at alneyðugar tænastur til tey eldru verða skerdar ella niðurlagdar. Tað heldur Ingrid S. Henriksen, nevndarlimur í Landsfelag Pensjónista.

Hon vísir á, at í seinastu hevur tað verið umrøtt, at endurgjaldið, sum landskassin rindar kommununum fyri eldraøkið, als ikki strekkir til, og at kommunurnar sostatt mugu spjaða heilt nógv av sínum egnum pengum til, fyri at sleppa undan sparingum.

Eitt nú hevur tað verið frammi, at kommunurnar í Suðuroy fáa fýra milliónir minni úr landskassanum til eldraøkið, enn tað kostar at reka, og Runavíkar kommuna hevur eitt undirskot upp á heilar 12 milliónir.

Kommunurnar vísa á, skal tænastustigið á eldraøkinum varðveitast, mugu stórar sparingar setast í verk á ymsum økjum í kommunum. Ella mugu stórar sparingar setast í verk á eldraøkinum og tað fær álvarsamar avleiðingar fyri tænastuna á økinum.

Í løtuni er fíggingingarleisturin fyri eldraøkið soleiðis, at gjaldið frá landinum til kommunurnar er tengt at, hvussu nógv sjófólk búgva í kommununi. Her er talan um sjófólk, sum sigla undir føroysku skipaskránni, FAS, og undir donsku skipaskránni, DIS.

– Hesin leistur eigur ikki at halda fram og Landið eigur at fíggja eldraøkið fult og heilt og ikki kommunurnar, sigur Ingrid Henriksen.

– Verandi støða á eldraøkinum kann ikki halda fram tí vit vita, at heimahjálpin til tey eldru og óhjálpnu er skorin inn á bein, og hetta økið tolir als ikki nakrar sparingar yvirhøvur, leggur hon afturat.

Hon heldur, at ístaðin fyri at seta sparingar í verk á eldraøkinum átti heimahjálpin at fingið nógv hægri fígging frá landinum, soleiðis at tey eldru kundu fingið nøktandi heimahjálp í egnum heimi. Við hesi hjálp kundu tey fingið møguleika at búgva í egnum heimi sum longst.  

– Heldur verandi støða á eldraøkinum fram, er stórur vandi fyri, at alneyðugar tænastur til tey eldru verða skerdar, ella niðurlagdar, í næstum, sigurr Ingrid S. Henriksen.