Vandi fyri at Smyril verður lagdur

Játtar Løgtingið ikki Strandferðsluni meiri pengar beinanvegin, er vandi fyri, at Smyril verður lagdur

Fær Strandferðslan ikki 3,5 milliónir krónur afturat alt fyri eitt, er vandi fyri, at Smyril verður lagdur.

Smyril fer í dokk í Odense í dag og Løgtingið hevur áður játtað 26 milliónir krónur til endamálið, og til at leiga avloysaraskip

 Hetta er fyri at lúka lógarásett krøv frá Klassanum, soleiðis at skipið kann vera í sigling.

Men nú er greitt, at fer at kosta 29,5 milliónir og verða krøvini frá Klassanum ikki fylgd, kann Smyril verða lagdur til teyeru gingin á møti, sigur Strandferðslan.

Sostatt er bráðneyðugur tørvur á at útvega Strandferðsluni 3,5 milliónir krónur og tískil er Løgtingið kallað saman í skundi í morgun.

Sostatt hevur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, lagt uppskot fyri Løgtingið í morgum um at játta Strandferðsluni 3,5 milliónir krónur.

Samstundis hevur Løgtingið samtykt at víkja frá øllum tíðarfreistum, soleiðis at uppskotið kann viðgerast og samtykkjast longu í dag.