Vann 443,9 miljónir: - Hatta má vera ein misskiljing!

- Hatta er fullkomiliga surrealistiskt, vóru orðini hjá fleirmiljóninginum, tá Norsk Tipping fekk fatur á honum.

Pernille Storholm Skaret fekk heiðurin at bera boðini um metstóra vinningin.

Pernille Storholm Skaret fekk heiðurin at bera boðini um metstóra vinningin.

 

Norsk Tipping visti í gjárkvøldið at siga, at ein norðmaður hevði vunnið 443,9 miljónir norskar krónur. Hann fekk tað, sum kallast 5 + 2 røtt í Eurojackpot, og hetta er sambært norskum miðlum met í lotto-spæli í Noregi.

Tað var Pernille Storholm Skaret, ið sæst á viðheftu mynd, sum fekk heiðurin at bera boðini um stóra vinningin. Men, tá eitt nú VG skrivaði um vinningin í gjárkvøldið, varð sagt, at Norsk Tipping ikki hevði fingið fatur á vinnaranum.

Men, tað hava tey so nú, og orðini hjá hepna vinnaranum av mongu miljónunum eru: - Hatta má vera ein misskiljing, tí hatta er so trupult at trúgva - ja, hatta er fullkomiliga surrealistiskt, sum hann tekur til.

Pernille Storholm Skaret fekk heiðurin at bera boðini um metstóra vinningin.