Vanrøkt og harðskapur: Alsamt fleiri barnaverndarmál

262 nýggj barnaverndarmál vórðu skrásett í fjør, og hetta er ein stór hækking í mun til árið fyri

 

 

Í fjør vórðu tilsamans 262 nýggj barnaverndarmál skrásett. Tað verður staðfest í ársfrágreiðingini hjá Barnaverndarstovu Føroya fyri 2018, sum bleiv almenn fyri kortum.

Hesi 262 nýggju málini snúgva seg um 119 gentur og 143 dreingir. Hetta eru 41 mál fleiri enn árið fyri, sum svarar til ein vøkstur á heili 18,5 prosent. Sambæt ársfrágreiðingini var samlaða talið av nýggjum málum í mun til barnatalið í øllum landinum var 2,0 prosent.

Økini, sum hava havt størstu øking í nýggjum málum, eru Sandoy, Suðuroy, Vágar og VEKS. Hinvegin vórðu færri nýggj mál skrásett í Norðoyggjum og Skálafjørðinum. 

Tað sæst, at nógvar av fráboðanum koma frá yrkisliga umhvørvinum, sum barnið beinleiðis ella óbeinleiðis kemur í samband við. Tann yrkisbólkurin, sum fráboðar oftast, eru skúlarnir, ið standa fyri 14,04 prosentum av øllum fráboðanum. Eisin eru dagstovnar, dagrøkt og fríðarskúli væl umboðað í hesum bólki við 10,10 prosentum. 

Tað er vert at bíta merki í, at meginparturin av orsøkunum til fráboðanirnar í 2018 vóru vanrøkt. Heili 364 av fráboðanum vóru orsakað av vanrøkt í 2018, og í 2017 var hetta talið 189 - talan er altso næstan um eina tvífaldan. Alsamt fleiri boðaðu eisini frá orsakað av harðskapi, og her fór talið frá 42 í 2017 upp í 85 í fjør, sum er akkurát meira enn ein tvífaldan. 

822 mál

Við árslok 2018 vóru 822 barnaverndarmál virkin kring landið. Hetta svarar til 5,1 prosent av barnatalinum í landinum, sum hóast alt er ein lækking í mun til undanfarnu seks árini.

Í mun til barnatal vóru lutfalsliga flest mál skrásett í Sandoynni (7,5%) og næstflest í Suðuroynni (6,8%). Í havn vóru 338 mál tilsamans, og hetta svarar til 4,9 prosent í mun til barnatal í økinum. Eysturkommuna og Fuglafjørður hava lutfalsliga fægst barnaverndarmál (4,3%).