Vantandi broytingar síðani 1987

Jóannes Jacobsen hevur vísindaliga grein við í altjóða tíðarriti um umsitingina av føroyska botnfiskiskapinum.

Mynd: kvf.fo

Mynd: kvf.fo

Hóast greinin ikki verður prentað fyrr enn í oktober, liggur vísindaliga greinin hjá Jóannesi Jacobsen, adjunkti á Fróðskaparsetri Føroya, tøk á netinum longu nú. Greinin, sum verður prentað í Marine Policy, ber heiti »Path dependence in Faroese fisheries (mis)management«, og hyggur nærri at vantandi broytingunum í umsitingini av føroyska botnfiskiskapinum í árunum 1987-2018.

- Greinin leggur fram eina vísindaliga grundaða greining av, hví grundleggjandi súlurnar í politisku umsitingini av føroyska botnfiskiskapinum meira ella minni eru óbroyttar frá 1987, tá skipanin við veiðiloyvum kom í gildi, til og við nýggju fiskivinnulóggávuna frá 2018, hóast lívfrøðiligu og búskaparligu úrslitini meginpartin av tíðini hava verið sera vánalig, skrivar Granskingarráðið á síni heimasíðu.

Millum annað verður ført ástøði fram, at fiskivinnupolitikkurin ongantíð hevur havt sum endamál at skapa stór búskaparlig virði til føroyska fólki.

- Ístaðin hevur fiskivinnupolitikkurin altíð havt sum fremsta stavnhald at vera við til at skapa og skorða undir semju millum áhugabólkar innanhýsis í fiskivinnuni í teirra áhaldandi togan um býtið av teimum búskaparligu virðum, sum eru innbygd í veiðirættindini, skrivar Granskingarráðið úr greinini hjá Jóannesi Jacobsen.


Lesið greinina hjá Jóannesi Jacobsen í fullum líki her

Mynd: kvf.fo