Norskur bólkur á festival fyri tilkomin í Føroyum

Aftur í ár verður senior-tónleikafestivalur í Runavík

Aftur í ár verður skipað fyri tónleikafestivali á røktarheimsøkinum í Runavík. Tað verður leygardagin 16. mai, at Seniorfestivalurin - festivalurin fyri tey tilkomnu, verður við Eysturoyar Ellis- og Røktarheim.

 

Umframt at fleiri einstaklingar og bólkar úr Føroyum, fara og syngja og spæla, fáa  tey hesa ferð eisini vitjan av norska bólkinum, Sputnik.  Tann bólkurin er kendur fyri landaplágurnar, slagaranum  “La os leve for hver andre...” og “Luk op din hjerte dør...”

 

Onnur, sum koma at spæla, eru Magni Christiansen, Signar í Homrum, Hans Jacob Hjelm, Alex og Kristina Bærentsen, men fleiri nøvn fara at leggjast afturat, sum tíðin gongur

 

Festivaldagin verða pallur, og tvey tjøld sett upp á parkeringsøkinum omanfyri røktarheimið, men sjálvt heimið  verður eisini opið.

 

Sum orðið sigur, er festivalurin ætlaður teimum eldru.

- Vit hava ikki sett nakað aldursmark, og siga tað tí soleiðis:, at tey, ið føla seg at vera eldri, eru vælkomin, siga fyrireikararnir. Tó skal viðmerkjast, at  festivalurin ikki er ætlaður børnum og  ungum, leggja tey afturat.