Var hóttanarbrævið bara ein villleiðing?

Tað kann gerast spennandi, tá norska løgreglan fer at koma við nýggjum upplýsingum í Hagen-málinum.

 

Norska løgreglan hevur brúkt nógva tíð upp á at finna fram til upprunan til brævpappírið í málinum um norsku Anne-Elisabeth Hagen, sum hevur verið horvin síðan hin 31. oktober í fjør. Hetta var eitt langt bræv við kravi um loysigjald á níggju miljónir evrur og hóttanum móti lívinum á ríkmanskonuni.

Hvussu langt er løgreglan nú komin við at finna út av, hvør hevur skrivað brævið?

Her sigur Tommy Brøske, kanningarleiðari, at stórt arbeiði er gjørt, og løgreglan metir seg hava funnið fram til, hvør hevur framleitt brævpappírið, og hvør selur hetta slag av pappíri.

Men, hvussu gongur so við at finna fram til, hvør hevur skrivað brævið?

- Tað vil eg ikki siga nakað um beint nú, sigur Tommy Brøske og vísir til ætlaðu kunningina, sum norska løgreglan ynskir at hava í málinum í heyst.

Tað, sum tykist vera spennandi í Anne-Elisabeth Hagen-gátuni í løtuni er, at løgreglan sigur seg hava nýggjar upplýsingar, sum tey vilja leggja fyri almenningin.

Løgreglan hevur eisini sínar metingar um, hvør var á staðnum um tað mundið, tá Anne-Elisabeth Hagen hvarv.

Tá maður hennara, miljarderurin, Tom Hagen, setti seg í samband við løgregluna nakað eftir klokkan 13 hin 31. oktober, og løgreglan kom á staðið, sá alt út til, at hetta var eitt bevíst rán av ríkmanskonuni, meðan maðurin hevði verið til arbeiðis.

Tað tóktist, sum Anne-Elisabeth Hagen varð rænd við fíggarligum endamáli, soleiðis at tað var miljarderurin, Tom Hagen, sum millum aðrar ríkmenn í Noregi her hevði staðið fyri skotum.

- Tað hevur verið ein ógvuliga sentralur spurningur at finna út av, hvør var í umhvørvinum og á staðnum, tá Anne-Elisabeth Hagen hvarv, sigur Tommy Brøske, sum framvegis heldur, at ríkmanskonan er dripin – og ikki rænd við fíggjarligum endamáli.

Hann byggir nýggja ástøðið hjá løgregluni á, at sonevndi mótparturin enn eingi prógv hevur givið um, at konan er á lívi, og niðurstøðan hjá løgregluni byggir eisini á tað drúgva kanningararbeiðið, sum er gjørt í gátuføra málinum.

Kanska er hóttanarbrævið bara skrivað fyri at geva eina ábending um, at talan er um rán av einum menniskja - einum menniskja, sum ikki er rænt við fíggjarligum endamáli, men sum er dripið og burturbeint.

Tað er spurningurin, sum norska løgreglan nú roynir at greiða, og tí verður spennandi at fáa at vita, hvat  løgreglan fer at siga við almenningin í heyst, tá tey væntandi fara at koma við nýggjum upplýsingum.

Lesið eisini her um, at norska løgreglan vil hava at vita, hvør skrivaði hóttanarbrævið - https://www.in.fo/news-detail/news/vilja-vita-hvoer-skrivadi-hottanarbraevid/