Varðin fer at byggja góðskingarvirki

- Eg siti her við einari dós við makreli á borðinum, sum er framleidd í Syðrugøtu, sigur Jákup Jacobsen, vanliga róptur Dunga Jákup.

- Eg siti her við einari dós við makreli á borðinum, sum er framleidd í Syðrugøtu. Vit hava brúkt umleið tvær miljónir krónur upp á ein køk í bygninginum í Syðrugøtu, og her kunnu gera ymiskar royndir at lata fisk í dósir.

 

Tað sigur Jákup Jacobsen, vanliga róptur Dunga Jákup.

 

Hann vísir á, at Varðin hevur arbeitt í umleið hálvt annað ár við eini verkætlan, sum skal gera, at meira kann fáast burtur úr uppsjóvarfiski. Hevði Varðin ikki havt rent seg í tolltrupulleikar í ES við makreli í dós, væntar hann, at verkætlanin longu hevði verið undir landi.

 

- Soleiðis, sum eg havi skilt, er tað serliga makrelur í dós, sum hevur eina tollforðing í ES. Hinvegin hava eitt nú sild, svartkjaftur og rækjur ikki somu tollforðing. Eg trúgvi, at orsøkin til, at henda forðing liggur á makreli, er, at vit veiddu ongan makrel í føroyskum sjógvi um tað mundið, sum hinar forðingarnar fingust burtur.

 

Jákup Jacobsen sigur, at verkætlanin, sum Varðin arbeiðir við, snýr seg serliga um at lata makrel í dósir, og hesar dósir kunnu halda sær í eini trý ár. 

 

- Verkætlanin er á royndarstigi, har vit hava innrættað okkum ein køk í einum virkisbygningi í Syðrugøtu, samstundis sum vit hava havt ein dana til hjálpar, ið hevur fingist við slíka framleiðslu í eini 17 ár.

 

Hann sigur, at tað, sum Varðin hevur í umbúna, er eitt framkomið virkið, har umleið 60 fólk koma at arbeiða, og har eingin trupulleiki verður við rávøru, tí fiskurin, sum skal brúkast, saktans kann frystast til endamálið.

 

- Vit hava gjørt royndarproduktir, og sjálvur haldi eg, at hetta sær ógvuliga spennandi út. Nú bíða vit bert eftir, at myndugleikarnir fáa tollforðingina við makreli í dós burtur, sigur Jákup Jacobsen, róptur Dunga Jákup.

 

Hann leggur aftrat, at Varðin hevur samtykt at byggja eitt slíkt virki, og tá dagurin kemur, at tollforðingarnar í ES við makreli í dós eru burtur, fer nevndin aftanfyri samtakið at taka endaliga støðu til ítøkiligu verkætlanina.