Várrulludeiggj afturkallað

Heilsufrøðiliga starvsstovan boðar frá, at tvey sløg av várrulludeiggi eru afturkallað, tí at matvøran ikki hevur røttu allergenmerking.

Talan er um tvey sløg av Spring Home várrulludeiggi. Mjólk er í vøruni, men hetta er ikki frámerkt á pakninginum, og tí verður vøran afturkallað.

Fólk, ið hava allergi ella intoleransu fyri mjólk, kunnu gerast sjúk av at eta vøruna, og tí verða tey biðin um at koyra vøruna burtur ella lata hana inn aftur har, ið tey hava keypt hana.

Várulludeiggið, sum er umfatað av afturkallingini, er:

 

Spring Home Spring roll pastry 250 mm

Nettovekt 30 X 550 gram

 

Spring Home Spring roll pastry 125 mm

Nettovekt: 40 X 250 G