Fuglafjarðar kommuna mælir sínum borgarum at kóka vatnið vegna vatntrot. Kommunan sigur tó, at ikki er neyðugt at kóka vatnið hjá teimum, sum búgva á Innandalsvegi, Hornavegi, Stovugerði, Sevdalsvegi, Torkilskróki, Bjarnavegi og Garðavegi.
Kvívíkar kommuna boðar frá, at vatnið í Kvívík skal kókast. Kommunan kunnar, tá ið viðurskiftini eru í rættlag aftur.
Í Leynum hevur eisini verið trupulleiki, og har hevur verið stongt fyri vatninum um náttina.
Í Hósvík og Langasandi hevur eisini verið turkur, og har hevur verið heitt á borgararnar um at spara upp á vatnið, umframt at tað eisini hevur verið stongt fyri vatninum um næturnar.
Men júst nú skrivar Sunda kommuna, at vatntrupuleikin í Hósvík er loystur, og at ikki er neyðugt at spara og kóka vatnið.
Í Sandavági manglaði eisini vatn. Har hava tey valt loysnina at seta eina pumpu úr leiðingini úr Miðvági til Sandavágs.
Í morgun varð eisini stongt fyri vatninum í Leirvík, men lýst varð við, at tað bara var í umleið tveir tímar til arbeiðið var liðugt.