KÍF raknaði við

Kollfirðingar vundu burtur úr Kyndli, tá teir í dag spældu truplan útidyst

 

 

Loksins tykist tunga gongdin hjá KÍF at hava fingið ein enda.

 

Í dag vitjaðu kollfirðingar í Havn, og her eydnaðist at vinna ein sannførandi sigur, soleiðis at finalukósin framvegis er bein hjá KÍF.

 

Tað vóru vertirnir, sum byrjaðu dystin betur, og miðskeiðis í fyrra hálvleiki gjørdu teir ein ordans vørr, tá teir fóru frá 5-8 upp á 7-16.

 

Tað var ein skelkur, sum vertirnir ongan tíð komu yvir, og veruligur spenningur kom ongan tíð aftur í dystin.

 

Við sigrinum hevur KÍF nú 29 stig. Kyndil verður standandi á 20 stigum, og tapið ber við sær, at teir nú eru púrasta úti úr stríðnum um finalupláss.

 

Kyndil-KÍF 28-33 (9-18)