Veðrið á Tórsfest: Nú sleit í

Hjalmer Larsen á Tórsfest 2019

Hjalmer Larsen á Tórsfest 2019


Tað hevur verið heldur vátt í veðrinum teir fyrstu tímarnar, meðan Tórsfest hevur verið. Vindurin hevur verið lítil, men hugsast kann, at mong hava hildið seg innandura, meðan tey hava bíðað, til tað er slitið í.

Áhoyrarafjøldin var heldur tepur, tá sonur Kim Larsen, Hjalmer Larsen, framførdi sínar sangir á Vaglinum.

Nú tað er slitið í, kann væntast, at fleiri halda seg framat.

Klokkan 20 trínur Dee Snider, sangari í rokkbólkinum Twisted Sister, á pall á Vaglinum.

Hóast Dee Snider hevur sín egna bólk aftrat sær, vera millum annað heimshittini hjá Twisted Sister, sum gjørdist heimskendur í 1980 árunum, helst at hoyra.

Hjalmer Larsen á Tórsfest 2019