Veðrið batnar út á dagin

Ódnarveðrið er farið framvið og DMI lovar betri veður næstu dagarnar

Ódnarveðrið er farið framvið og út á dagin minkar hann um vindin. Tað vísir seinasta veðurforsøgnin hjá DMI.

Sunnudagur:
Strúkur í vindi upp í skrið av vestri og útnyrðingi, 13 til 18 metrar um sekundið, ið út á dagin minkar til gul til stívt andøvsgul av vestri, 6 til 10 metrar um sekundið. Fyrst skíggjað og nøkur æl, men seinni á degnum klárar í og møguliga sær sólin. Hitin um dagin um 10 stig. Um náttina andøvsgul upp í ein strúk av vestri, 8 til 13 metrar um sekundið. Skíggjað og ælaveður. Hitin millum 6 og 9 stig.

Mánadagur:
Strúkur í vindi av vestri og útnyrðingi, 10 til 15 metrar um sekundið, ið seinni minkar og um náttina gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi, 5 til 10 metrar um sekundið. Skiftandi skýloft og nøkur æl og sól í løtum. Hitin um dagin millum um 10 stig, um náttina millum 4 og 8 stig. 

Týsdagur:

Lot til andøvsgul av norði ella útnyrðingi, 2 til 7 metrar um sekundið. Skiftandi skýloft og møguliga nøkur æl. Hitin um dagin millu 7 og 9 stig. Um náttina millum 2 og 7 stig.