Veðrið tarnar Ternuni

Fyrsti túrur til Nólsoyar mánamorgunin er avlýstur

Fyrr í kvøld upplýsti Strandferðslan, at fyrsti túrurin mánamorgunin úr Skopun og á Gomlurætt og av Gomlurætt og til Skopunar var avlýstur, og at Smyril ikki siglir av Havnini klokkan 8.45 og av Krambatanga klokkan 11.30.

Nú upplýsir Strandferðslan, at fyrsti túrurin hjá Ternuni úr Havnini og út til Nólsoyar í morgin er avlýstur orsaka av veðri. Ternan siglir ikki úr Havnini klokkan 6.45 og úr Nólsoy klokkan 7.15. Fyrsti túrurin úr Havn verður klokkan 7.45 og so verður væntandi siglt eftir ferðaætlanini, verður sagt á ssl.fo.