Veðrið verður frægari

Næstu dagarnar verður veðrið betri, men vit kunnu vænta kaldari veður

Veðurmaðurin í Miðlahúsinum, Petur Skeel Jacobsen, boðar frá kulda næstu dagarnar, men eisini verða sólglottar og fyri tað mesta turt.

 

Í morgin, týsdagin, kunnu vit vænta sólglottar, men eisini okkurt æli. Hitin fer at liggja millum 4 og 7 stig.

 

Mikudagin verður hitin tann sami. Fyrrapartin verður nakað av vindi og ælingi, men seinnapartin minni vindur og fyri tað mesta turt.

 

Hoyr Petur Skeel Jacobsen greiða frá veðrinum næstu dagarnar við at trýsta á pílin undir myndini.