Vegamáling - ansið eftir miðstrikuni

Landsverk er farið undir at strika vegirnar upp aftur, og Suðuroyggin og Vágarnar eru longu avgreiddar.

Landsverk sigur, at fyri at strikuarbeiðið skal ávirka so lítið sum møguligt, so verða miðstrikurnar málaðar um náttina.

Fyri at bilar ikki skulu koyra á nýmálaðu strikurnar, hevur málibilurin hjá Landsverki skelti á gronini, ið boðar frá, at málað verður. Harumframt hevur málibilurin fylgibil longuri afturi, ið somuleiðis ávarar, at miðstrikan verður málað.

Vegamáling er, eins og annað máliarbeiði, tengt at veðrinum.

- Tað skal vera turt og lýtt, tá málað verður, og helst skulu fleiri samanhangandi dagar vera við turrum máliveðri, sigur Landsverk.

Arbeiðið hevur tó higartil gingið avbera væl, og væntandi verður tað mesta av máliarbeiðinum avgreitt, tá september mánaður er liðin.