Vegir stongdir

Vegarbeiði tarnar ferðsluni eftir Norðara Ringvegi og Gríms Kambansgøtu komandi dagarnar.

Vegarbeiði tarnar ferðsluni eftir Norðara Ringvegi og Gríms Kambansgøtu komandi dagarnar, boðar Tórshavnar Kommuna frá.

Undantikið bussleiðini, verður stongt fyri allari ferðslu í kvøld á ymsum teinum eftir Norðara Ringvegi. Tað snýr seg um øki frá Áargeil til Dalavegin, sum verður stongt fyri frá klokkan 19 í kvøld, og letur uppaftur fyri ferðsluni hósmorgunin klokkan 05.

Um vikuskifti verður eisini arbeitt við Grims Kambansgøtu, sum verður stongd fyri allari ferðslu leygardagin 22. juni frá klokkan sjey á morgni til klokkan 22.