Vegirnir strikast upp við termoplasti

Mynd: Landsverk

Mynd: Landsverk

Landsverk er nú aftur farið at mála landsvegirnar, og í ár verður gjørd ein royndarætlan, har termoplast verður nýtt til miðstrikurnar á vegnum.

Sum er, nýtir Landsverk tvey sløg av máling, tá vegirnir skulu málast. Termoplast hevur gott haldbari og verður nýtt til vegamót, skákateigar og hávatann. Tó er termoplast viðbrekið yvir fyri kavaplógvum við stáleggjum, sum Landsverk brúkar til kavarudding. Haraftrat minkar afturskinið á termoplasti við tíðini, so tað ikki sæst væl í vátum og myrkum veðri. Termoplastið verður lagt út heitt ella brent niður í vegin.

Til miðstrikurnar og kantstrikurnar verður brúkt máling, ið verður blandað við smáum glasperlum, ið geva afturskyn. Máling er tó ikki slitsterk, og má tí málast ofta á vegastrekkjum við nógva ferðslu.

Landsverk fer tí í ár undir at gera eina roynd við termoplasti á miðstrikum. Ein partur av Velbastaðvegnum skal málast við termoplasti fyri at vita, hvussu evnið hóskar til miðstrikur, og um tvey til trý ár skal royndin eftirmetast við atliti til haldføri, afturskin og prís.

Mynd: Landsverk