Vegurin er so góður at bilførarar verða freistaðir

Aftur í gjár fingu fleiri bilførarar bót

Aftur í gjár var løgreglan á Glyvursvegi á Argjum og kannaðu ferðsluna.  Glyvursvegur er vegurin frá rundkoyringini við nýggju brúnna um Argir og niðan á skúlan á Argjahamri. Hetta er ein vegur, sum er bæði góður og breiður og tað freistar bilførarar til at koyra skjótari enn loyvt er.

Løgreglan hevur fleiri ferðir verið á hesum vegastrekkinum við ferðmátaranum, og tað eru ikki so fáir bilførarar, sum hava fingið bót, ella tað, sum verri er, hava mist koyrikortið, tí fóturin hevur ligið ov tungt á spidaranum á hesum vegastrekkinum.

Aftur í gjárkvøldið var løgreglan á Glyvursvegi og kannaði ferðsluna og tað kostaði 10 bilførarum eina bót. Fýra av bilførarunum koyrdu so skjótt, at teir fingu eisini klipp í koyrikortið, og ein koyrdi 89 kilometrar um tíman og hann missur koyrikortið treytað, og sostatt má hann upp til nýggja koyriroynd og stendur hann ikki hana, missur hann koyrikortið.

Løgreglan sigur, at bilførarar fingu eisini bøtur fyri onnur viðurskifti, sum ikki vóru eftir bókini. Onkur sat ikki í trygdarbelti, onkur hevði ikki koyrikortið uppi á sær, umframt annað.