Vegurin niðan á Eggjarnar dagførdur

Seinastu árini eru gjørdar nakrar ábøtur á vegin niðan á Eggjarnar i Vági. Í summar er hildið fram við tí arbeiðinum. Og nú er ein munandi partur av vegnum dagførdur

Veitirnar framvið vegnum eru grivnar upp, soleiðis at vatn setur av vegnum og niður í veitina; hetta sparir eisini uppá slit av vegnum, skrivar Vágs kommuna á heimasíðuni.

Eggjarnar í Vági teljast helst millum mest vitjaðu náttúruperlur í Suðuroynni. Í vár varð kikari settur upp uppi á Eggjunum og eitt innigyrt økið er eisini gjørt, soleiðis at vitjandi trygt kunnu njóta útsýnið á Eggjunum. Hetta hevur eisini økt um talið av ferðandi niðan á Eggjarnar.

##med2##

Við vaksandi ferðafólkatali í Suðuroynni seinastu árini, er ferðslan niðan á Eggjarnar eisini vaksin stútt og setur hetta eisini krøv til vegatkomuna niðan á Eggjarnar, skrivar Vágs kommuna á heimasíðuni.

Hóast vegurin nú er dagførdur, so er enn ikki komið heilt á mál við dagføringunum. Tekniska deild hjá Vágs kommunu fer tí eisini í framtíðini at arbeiða við dagføringum á vegnum.

##med3##

##med4##