Veita ókeypis koppseting móti kikhosta til barnakonur

Næstu vikurnar kunnu barnakonur fáa ókeypis koppseting móti vandamikla sjúku

Frá í morgin av og fram til 1. februar 2020 kunnu barnakonur fáa ókeypis koppseting ímóti kikhosta. Tað boðar Heilsumálaráðið frá í tíðindaskrivi í dag.

- Kikhosti smittar illa, og kann verða vandamikil fyri børn yngri enn 2 ár. Børn fáa sína fyrstu kikhostakoppseting, tá tey eru 3 mánaðar gomul. Men tørvur er eisini á at verja tey børnini, sum eru yngri enn 3 mánaðar ímóti kikhosta. Danska heilsustýrið mælir til, at barnakonur verða koppsettar ímóti kikhosta, tí henda koppseting kann verja nýfødda barnið, til tað kann fáa sína fyrstu koppseting ímóti kikhosta, skrivar Heilsumálaráðið.

Um barnakonur ynskja at taka av tilboðnum verða tær bidnar, um at venda sær til sín egna kommunulækna, ið er tann, ið veitir koppsetingina.

Tilboðið um ókeypis koppseting ímóti kikhosta verður veitt hesum barnakonum:

- Barnakonum, sum eru í viku 32.
- Barnakonum, sum eru í viku 33-39, tá tilboðið kemur í gildi.
- Barnakonum, har læknafakliga verður hildið, at vandi er fyri barnsburði áðrenn viku 32.