Hol í høvdið at byggja nýggja kirkju á Argjum

Pengarnir skulu heldur brúkast til okkurt annað

Rúni Djurhuus, argjamaður og varalimur í Tórshavnar Býráð, vil ikki vita av nýggjari kirkju

Rúni Djurhuus, argjamaður og varalimur í Tórshavnar Býráð, vil ikki vita av nýggjari kirkju

 - Tað er púra burturvið at byggja nýggja kirkju á Argjum.

 

Tað heldur Rúni Djurhuus, argjamaður, og varalimur hjá Javnaðarflokkinum í Tórshavnar býráði.

 

Tað sigur hann, eftir at vit skrivaðu her á in.fo ígjár, at ætlanin at byggja nýggja kirkju á Argjum gongur eftir ætlan, og at dreymurin hjá teimum, sum arbeiða við ætlanini, er, at nýggja kirkjan verður liðug um trý ár. 

 

Rúni Djurhuus sigur, at hann hevur áður sitið í býráðnum tá ið málið var til viðgerar og tá atkvøddi hann ímóti.

 

Og hann staðfestir, at fer hann møguleikan einaferð afturat, fer hann at gera tað hann kann fyri at steðga ætlanini.

 

Ikki gott.... Har eru fleiri tómar kirkjur, brúka heldur penganir til okkurt annað:), skrivar hann á Facebook. 

 

Tá ið vit biðja hann nágreina, hvat hann hugsar um, sigur hann, at eftir hansara tykki  hava vit nóg mikið av kirkjum í høvuðstaðnum frammundan.

 

- Vit hava eisini longu eina kirkju á Argjum og hon er full tvær ferðir um árið, á jólum og á páskum.

 

Harafturat er rættiliga stutt í Vesturkirkjuna. Av staðnum, ætlanin er at byggja nýggju kirkjuna, er tað ein góður kilometur at ganga ella koyra í Vesturkirkjuna.

 

Tú heldur varabýráðslimurin hjá Javnaðarflokkinum, at tað er ikki brúk fyri fleiri kirkjum í høvuðsstaðnum.

 

Men hann heldur eisini, at tað er heilt burturvið at staðseta kirkjuna á stykkinum ímillum Støðlagøtu og Sandá, soleiðis sum ætlanin er.

 

- Tað er eitt fríøki, nógv fólk brúka hvønn einasta dag og tað er púra skeivt at  taka tað til byggilendi, sigur hann.

 

Les eisini: Nýggj Kirkja á Argjum um trý ár

 

Skal nýggj kirkja endiliga byggjast á Argjum, er at seta hana á Hamrinum við útsýni yvir alla Havnina og langa leið í allar ættir.

 

Ein nýggj kirkja kostar einar 30-40 milliiónir, men Rúni Djuhuus heldur, at eru so nógvur peningur tøkur til at gera nakað fyri, høvdu teir verið munandi betri farnir til okkurt annað.

 

Í staðin fyri at byggja nýggja kirkju, kundi peningurin, eitt nú verðið brúktir til átøk, sum høvdu fingið fólk at brúkt tær kirkjurnar, vit longu hava, meiri sigur hann.

 

Nakað ítøkiligt boð uppá, hvat tað skuldi verið, hevur hann kortini ikki upp á standandi fót.

 

Men tað høvdu verið nógva staðni, har hasin peningurin hevði gjørt størri gagn, enn at brúka hann til eina nýggja kirkju á Argjum, heldur hann.