Veljarakanning: Annarhvør í Havn velur Javnaðarflokkin

Veljarakanningin, sum spyr.fo gjørdi fyri Sosialin mikudagin vísir, at stjórnarskifti kann væntast í høvuðsstaðnum, og at Heðin Mortensen aftur kann gerast borgarstjóri í Havn. Um Heðin Mortensen fær ein dag afturat sum borgarstjóri, setir hann met sum longst sitandi borgarstjóri í Havn nakrantíð

 

Sambært kanningini fær Javnaðarflokkurin 49,1 prosent av atkvøðunum í Tórshavnar kommunu. Tað gevur flokkinum 7 sessir í nýggja býráðnum og harvið meirilutan einsamallur. Framgongdin hjá Javnaðarflokkinum er 9,9 prosent og 2 sessir.

Næststørstur verður Tjóðveldi, sum fær 19 prosent av atkvøðunum. Tað gevur flokkinum 2 sessir í býrðanum. Tað eru 2 færri, enn flokkurin hevur í dag og ein afturgongd upp á 8,8 prosent.

##med3##

Stjórnarflokkurin í Tórshavnar kommunu, Fólkaflokkurin, verður sambært kanningini triðstørsti flokkurin við 15,5 prosent. Tað er ein framgongd upp á 1,9 prosentstig, sum tó ikki broytir støðuna hjá Fólkaflokkinum í býráðnum. Fólkaflokkurin varðveitir sínar 2 seissir – sum hesaferð eru eitt sindur tryggari. Á seinasta vali átti Fólkaflokkurin síðsta sessin, tann 13. sessin. Hesaferð verður tann seinni sessur tann 10. av teimum 13.

Framsókn og Sambandsflokkurin hava báðir afturgongd upp á ávikavist 2,7 og 1,7 prosentstig til ávikavist 7,2 og 7,3 prosent. Tað gevur teimum 1 sess í part, tað sama, sum teir hava í dag. Munurin er bara, at nú er Sambandsflokkurin minni enn Framsókn.

##med2##

Talvan vísir, hvussu valúrslitið verður útroknað. Atkvøðutalið (í kanningini prosenttølini) verða býtt við 1, 2, 3, 4, o. s. fr. Í Tórshavnar býrðað eru 13 sessir. Tí verða tey 13 størstu tølini funnin, og harvið umboðini býtt á flokkarnar. Myrku tølini vísa, hvussu teir 13 býráðssessirnir verða býttir millum teir fimm flokkarnar í Tórshavnar býráð

 

Tá ið kommunuval verður uppgjørt, so verða atkvøðutølini hjá flokkunum býtt við 1, 2, 3, 4 o. s. fr. Tann størsti flokkurin fær so fyrsta sessin, og so gongur tað eftir stødd niðureftir, til 13 tey størstu tølini eru funnin – og harvið er býtið avgreitt.

Á talvuni niðanfyri sæst, hvussu býtið í Tórshavnar býráð hevði verið, um kanning hjá Spyr.fo hevði verið valúrslitið.

##med3##

Heðin Mortensen er tann persónur, sum hevur sitið nógv longst í Tórshavnar býráð. Hann varð fyrstu ferð valdur á valinum í 1972 – fyri 48 árum síðani. Verður hann afturvaldur, kann hann sum hin fyrsti hátíðarhalda 50 ár sum býráðslimur. Verður hann valdur til borgarstjóra, verður hann eisini tann, sum hevur sitið longst sum borgarstjóri. Tað metið eiga Heðin Mortensen og Poul Michelsen í felag. Teir hava báðir verið borgarstjórar í Havn í 12 ár. Tað hevur eingin annar verið. Tískil fær Heðin Mortensen tað metið longu fyrsta dagin, um hann aftur verður borgarstjóri í Havn.

Talvan vísir, hvønn havnarborgarar vilja hava til borgarstjóra. Gevið gætur, at 65% av teimum í kanningini, hava svarað hesum spurningi. Tí er óvissan munandi størri enn í kanningini annars