Velji ikki Jógvan Skorheim

Undirritaði fyrrverandi landsnevndarformaður hjá Sjálvstýri, skal við hesum boða frá, at eg kenni tað sum mína skyldu at gera vart við nøkur viðurskifti í flokkinum, sum als ikki eru í lagi, og sum mugu broytast um flokkurin í heila tikið skal hava nakra framtíð.

Fyri tað fyrsta, so kann staðfestast, at formaðurin reelt hevur yvirtikið flokkin, og í dag brúkar flokkin, sum eitt amboð til tess at røkja egin áhugamál, og at trumfa síni persónligu sjónarmið ígjøgnum.

Hann góðtekur ikki onnur sjónarmið enn síni egnu, og øll annarleiðis hugsandi verða við ymsum lokabrøgdum, so sum kvettroyndum í lokalfeløgum, útihýst úr flokkinum.

Formaðurin gongur einagongd, og hevur ongantíð ráðført seg við flokkin í týðandi politiskum málum.

Fyri at undirbyggja hetta sjónarmið skulu nøkur dømi um hansara einaræðislyndi og ótrúliga arroganta atburð takast fram.

Núverandi formaðurin í Sjálvstýri, Jógvan Skorheim hevur ongantíð brýggja seg um sosial- liberalu stevnuskrá floksins. Hann er av natúr antiliberalur, og eisini djúpt konservativur. Sjálvstýrisflokkin brúkar hann tískil bara sum eitt hent amboð at nøkta sína fáfongd og koma sær sjálvum fram, nú tað frammanundan er so trongt á fólkaflokslistanum í Klakksvík.

Vit hava m.a óteljandi ferðir roynt, at savna flokkin til fundar, har yvirskipaðu málini, og ein dagføring av stevnuskránni skuldi fara fram, soleiðis, at flokkurin kundi verða betri brynjaður at taka við teimum avbjóðingum, sum tóku seg upp  í politisku skipanini.

Hesar royndir at styrkja flokkin bæði hugsjónarliga og strategiskt vóru tó allar saboteraðar av formanninum.

Hann ynskti ikki hesar fundir av tí heilt einfaldu orsøk, at vandi var fyri, at hann hervið kundi risikera at faa eina demokratiska uppgávu knappliga at umboða flokksins sjónarmið, og ikki sum vanligt, bara síni egnu.

 

Hetta brýggjaði hann seg als ikki um, av tí heilt einfaldu orsøk, at hann á henda hátt hevði verið skerdur í sinum møguleikum, eins og higartil, einsamallur at profilera seg sjálvan, og einvíst definera floksins politikk.

Tað hevur eisini ligið honum nær uppá hjarta, at tvíhildið um bæði borgarstjóra sessin og tingsessin, tá hetta jú gav nærum kr. 100.000 um mánaðin í lønar-inntøku.

Treytin fyri at fara í býráðssamgongu við Skorheim í Klaksvík var eyðvitað tann, at hann kundi tiltuska sær hetta dupultmandatið, sjálvt um øll vita, at maðurin ongan livandi møguleika hevur havt fyri at røkt hesi bæði fulltíðarstørv. Hann hevur farnu tíðina í veruleikanum álvarsliga misrøkt bæði størvini, og hevur av góðum grundum verið væl minni enn hálvur í hvørjum stað.

Av somu grund hevur ongin áhugi nakrantíð verið at komið uppí verandi samgongu, sjálvt um hetta tvær ferðir hevur staðið honum í boði.

Vandi kundi jú vera fyri, at hann fekk boði ein landsstýrisess, og so misti hann hinar báðar meira lukrativu sessirnar.

Næsti møguleiki var kanska fyri Skorheim enn meira ræðandi, og tað var, at onkur annar í flokkinum kundi koma framat, sum so í ringasta fall kundu troðka hann av rókini.

Sambært formanninum sigst orsøkin til, at samráðingarnar slitnaðu vera tann, at ósemja er millum sjálvstýri og samgonguna um fiskivinnupolitikkin.

Í hesum sambandi kann bert upplýsast, at umboðini í landsnevndini ongantíð vóru kunnað um hvat henda ósemjan veruliga snúði seg um, og enn minni hevur   spurningurin um rikna fiskivinnupolitikkin nakrantíð verið realitetsviðgjørdur í flokkinum.

Hægsti myndugleiki í flokkinum veit soleiðis enn ikki tann dag í dag, hvørji viðurskifti elvdu til, at formaðurin av sínum eintingum tók eitt so álvarsligt stig, sum at slíta samráðingarnar um eina komandi samgongu, har nær um øll politisku ynskini hjá sjálvstýrinum vóru gingin á møti. 

Jógvan Skorheim hevur heldur ikki dult fyri, at tað er hann einsamallur, sum ræður í flokkinum.

Á landsfundi í Klaksvík segði hann týðuliga og klárt, at so leingi hann var formaður, so var tað hansara, og bert hansara politikkur, sum bleiv førdur.

Vit eru nú vitni til, at fólk eru komin á listan hjá Sjálvstýri, uttan at lokalfelagið hevur havt høvi til at komið við uppskotum um valevni beinleiðis í stríð við viðurkenda siðvenju og galdandi viðtøkur í flokkinum.

Hetta er enn eitt prógv um, fullkomna vanvirðing fyri lógum og reglum, har valdsmisnýtslan fullkomuliga hevur tikið yvirhond.

Av somu grund er tað ein órongiligur veruleiki, at tað eru nógv sjálvstýrisfólk, sum í dag als ikki kenna seg umboðað av førda politikkinum hjá formanninum.

Av somu grund skal tað vera mín áheitan, at taka hesi viðurskifti til umhugsunar áðrenn nakar krossur verður settur við Jógvan Skorheim til komandi løgtingsval.

Sum fyrrverandi landsnevndarformaður í Sjálvstýri:

Við sjálvstýriskvøðu,

Rógvi Fossádal