Venjing umborð á verjuskipinum Knud Rasmussen

– sum liggur bryggju við Kongshavn Saltangará

Savnsmynd

Savnsmynd

Um onkur skuldi hugsa, hvat sløkkibilar og annað havast við niðri á Kongshavn Saltangará í kvøld, er her bert talan um eina venjing.

Tað sigur Sunleiv Højgaard, tilbúgvingarleiðari hjá Skálafjarðar Kommunala Sløkkiliði.

Skálafjarðar Sløkkilið og manningin umborð á verjuskipinum Knud Rasmussen, hava sett upp ein venjing, har eitt óhapp í maskinrúminum krevur hjálp frá lokala sløkkiliðinum.

Venjingin er ein liður í tilbúgvingarætlan umborð á skipi eins og manningin umborð fær eina fatan av, hvørja hjálp skipið kann fáa frá lokala sløkkiliðinum.

Savnsmynd