Verður slept leys langt burtur frá húsum

VG hevur fingið nýtt innlit í hóttanarbrævið, sum lá í heiminum í Lørenskog, tá Anne-Elisabeth Hagen var horvin.

 

Tá miljarderurin, Tom Hagen, kom heim úr arbeiði hin 31. oktober í 2018, og konan var horvin, fann hann eitt bræv á einum stóli í gongini. Her lá eitt nú ein hvítur brævbjálvi, hóttanarbrævið og ymisk ting hjá konuni, Anne-Elisabeth Hagen. Skrivað við stórum bókstavum á hálvbrotnum norskum stóð at lesa í brævinum, sum var skrivað á fimm síður:

"Vi har din kone Anne-Elisabeth. Om du vill see henne igen. Du vill lese og følg instruktioner perfekt".

VG veit at siga, at í nógv umrødda hóttanarbrævinum fekk Tom Hagen (70) eina ítøkiliga frágreiðing um, hvussu kona hansara, Anne-Elisabeth Hagen, kundi leyslatast - um hann rindaði kravið um loysigjald á níggju miljónir evrur í kryptovaluta'ini monero. Í dag kann VG fortelja um higartil ókendar smálutir í brævinum, har hugsandi ránararnir eisini hóttu við, at um kravið ikki varð gingið á møti, fór Anne-Elisabeth Hagen at verða dripin, og helst fór familjan seinni at síggja eitt filmsbrot av drápinum á netinum.

Í hesum sambandi vísir VG til hóttanarbrævið, har skrivað verður soleiðis:

"Vis du seter penger over Anne-Elisabeth liv. Vil vill laste opp video av henne siste minuter på webside om en tid. Noen vill sikker finne og vise till deg".

Í hóttanarbrævinum fekk Tom Hagen "1 eler 2 uke" at vátta, at hann vildi rinda loysigjaldið. "Vi mister ikke tid, vi dreper Anne-Elisabeth og forsvin". Men, fylgdi miljarderurin boðunum um gjalding niður í smálutir, var tónin hjá mótpartinum ein annar. Tá vildi mótparturin sleppa Anne-Elisabeth Hagen leysari, soleiðis sum lagt verður upp til í brævinum.

Um hetta stendur sambært VG soleiðis skrivað: "Når vi ser du er seriøs med betala. Vi behandlet henne bra og forbered henne på slip fri..."

Síðan verður eisini skrivað, hvussu mótparturin vil leyslata Anne-Elisabeth Hagen, og her verður skrivað soleiðis: "Vi slip fri langt fra din og hennes hus. Men vi slip fri i trygg område og mobil telefon så henne kan ringe deg..."

VG hevur áður umrøtt, hvussu samskifti millum mótpartin og Tom Hagen sambært brævinum skuldi fara fram. Longu hin 2. november í 2018, sum Anne-Elisabeth Hagen hvarv hin 31. oktober í sama ár, vórðu eini koduboð í bitcoin send mótpartinum. "Jeg sender monero før om syv dager", ið var eitt av boðunum, sum Tom Hagen skuldi brúka.

Hin 10. november í 2018 fekk Tom Hagen eini koduboð frá mótpartinum sum merkja: "Dårlig tid, fort eller hun vil dø..." Aftur hin 13. november í 2018 sendi Tom Hagen eini boð sum merkja: "Jeg har problem, trenger mer tid".

Eitt av vaksnu børnunum hjá Tom og Anne-Elisabeth Hagen sigur sambært tv2.no í einum brævi, at løgreglan - uttan familjunar samtykki - sendi eini koduboð til mótpartin, eftir at mamman var horvin. Familjan skal hava fingið ta frágreiðing frá løgregluni, at tað var eitt mistak, at boðini vórðu send.

Løgregluadvokaturin, Haris Hrenovica, skrivar í telduposti til VG, at hann ynskir ikki at gera viðmerkingar til hetta mál orsakað av "bevisforspillelsesfaren" og kanningararbeiðnum, sum fer fram. Verjin hjá Tom Hagen, Svein Holden, hevur heldur ongar viðmerkingar til málið.

VG skrivar, at hóast Tom Hagen og familjan hava samskift við hugsandi mótpartin og hava flutt næstan 15 miljónir norskar krónur í kryptovaluta, so hevur familjan kortini ongantíð fingið eitt einasta lívstekin frá Anne-Elisabeth Hagen, síðan hon hvarv fyri meira enn 19 mánaðum síðan.

Løgreglan heldur upp á, at tað er Tom Hagen, sum stendur aftan fyri kryptovaluta-uppleggið fyri at fjala út yvir eitt dráp. Í endanum av apríl í ár varð miljarderurin handtikin á opnari gøtu í Lørenskog og skuldsettur fyri dráp - ella viðvirkan til dráp - av konu síni. Sjálvur sigur Tom Hagen seg einki hava við burturblívingina av konu síni at gera, og tá hann hevði sitið í varðhaldi í níggju dagar, varð hann leyslatin, tí lagmannsrætturin, sum hevði fingið eitt kæruskriv, metti ikki, at løgreglan hevur nóg góð prógv ímóti honum.

Tað var norski tingrætturin, sum gekk løgregluni á møti og gjørdi av at varðhaldsfongsla miljarderin í fyribils fýra vikur. Men, verjin hjá Tom Hagen, Svein Holden, kærdi varðhaldsfongslingina fyri lagmannsrættin, sum gjørdi av, at miljarderurin skuldi leyslatast. Hægstirættur í Noregi staðfesti eisini avgerðina hjá lagmannsrættinum. Men, løgreglan hevur framvegis Tom Hagen skuldsettan.

Ætlanin hjá løgregluni var at handtaka mannin aftur, tá hann varð leyslatin, men hesum setti ríkisadvokaturin seg upp ímóti og vísti á, at rættarskipanin hevur talað.

VG veit eisini at siga, at Tom Hagen fyri júst einari viku síðan sendi eini nýggj boð til hugsandi mótpartin og kodaðu boðini, hann sendi, merkja: "Eg vátti, at eg vil gjalda..." Verjin hjá Tom Hagen hevur sagt, at hann vónar, at familjan fer at fáa svar upp á boðini, tey nú hava sent. Soleiðis, sum VG skilir, hevur miljarderurin ikki flutt allan peningin, sum mótparturin kravdi, og norskir fjølmiðlar hava áður skrivað, at løgreglan eisini mælti Tom Hagen frá at flyta upphæddina.