Verður tað ikki gjørt nú fer tað at enda í ruðuleika

Arbeiðið má byrja beinanvegin, sigur løgtingsmaður

Tað verður ruðuleiki hjá teimum, sum snara til høgru

Tað verður ruðuleiki hjá teimum, sum snara til høgru

Skulu vit sleppa undan ruðuleiki í ferðsluni til og frá Eysturoyartunlinum, er neyðugt, at arbeiðið upp á gera vegin í sambandi við tunnilin byrjar - og tað má vera alt fyri eitt.

Tað heldur Terje B. Vestergaard, sum hevur sæti á Løgtingið fyri Sjálvstýri.

Eysturoyartunnilin verður liðugur um eitt gott ár, men enn røkist einki fyri, at vegirnir til og frá tunlinum verða gjørdir.

Heðin Mortensen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur spurt Jørgen Niclasen, landsstýrismann í samferðslumálum, hvat hann ætlar at fera við vegin ímillum tunnilsmunnan á Hvítanesi og Havnina.

Og nú hevur Terje B. Vestergaard eisini spurt landsstýrismannin, hvat hann ætlar at gera við vegin til og frá tunlinum ígjøgnum Runavík.

Og nú skal landsstýrismaðurin so svara báðum spurningunum um nakrar dagar.

Terje B. Vestergaard vísir á, at undanfarni landsstýrismaður í samferðslumálum legði eitt uppskot fyri Løgtingið um at gera nýggjan veg ígjøgnum fjørðina í Runavík til og frá tunnilsmunnanum, og har varð eisini ásett, hvussu stóran part av kostnaðinum, Landið skuldi rinda.

Men uppskotið varð ikki avgreitt, áðrenn løgtingsval varð útskrivað, og sostatt datt tað burtur.

Og nú spyr Terje B. Vestergaard landsstýrismannin, um nøkur ætlan er um at leggja uppskotið fyri Løgtingið aftur.

Er ætlanin ikki at leggja uppskotið fyri Løgtingið aftur, skal Jørgen Niclasen svara upp á, hvussu hann ætlar at loysa trupulleikan, og hvussu stóra játtan, ætlanin er at seta av til vegin á fíggjarlógini fyri næsta ár, og tey næstu árini, 

Hann vísir á, at tá ið tunnilin er latin upp næsta ár, verður Runavík ein av høvuðsfarleiðum landinum, og skal tað ikki enda við ruðuleika, verður neyðugt at fara undir vegin í Runavík alt fyri eitt.

 

 

Tað verður ruðuleiki hjá teimum, sum snara til høgru