Verjin: Eitt sera áhugavert tipp

- So vítt, eg veit, eru hetta nýggir upplýsingar og soleiðis, sum vit síggja tað, er talan um týdningarmiklar upplýsingar, sigur verjin, Svein Holden.

 

 

Eftir at drápsskuldsetti Tom Hagen lovaði 10 miljónir norskar krónur til tann ella tey, sum kunnu koma við einum tippi, ið førir til, at kona hansara verður funnin, hevur verjin hjá honum, Svein Holden, fingið nógv ymisk tipp, sum øll sambært verjanum eru send løgregluni.

Tað var hin 31. oktober í 2018, at kona miljarderin, Anne-Elisabeth Hagen, sporleyst hvarv úr heiminum hjá hjúnunum í Lørenskog, og síðan henda dag veit eingin, hvar hon er endað. Løgreglan hevur skuldsett mannin hjá henni, Tom Hagen, fyri at hava ein leiklut í, at konan er horvin. Løgreglan metir nevniliga, at Anne-Elisabeth Hagen er dripin í heiminum og síðan flutt burtur.

Seinasta dag í oktober í 2018, tá konan hvarv, var Tom Hagen til arbeiðis á sínari skrivstovu. Seinasta lívstekin til hennara er ein telefonsamrøða við onkran í familjuni klokkan 09.14 henda morgunin. Eftir hetta svaraði hon ongantíð telefonini aftur. Tá Tom Hagen ikki fekk fatur á konu síni í telefonini, hóast hann ringdi heilar átta ferðir, koyrdi hann heim um 13.30-tíðina henda dagin. Tá hann kom heim, var eingin kona, men í heiminum fann hann eitt bræv, sum segði, at konan var rænd.

Í brævinum fekk Tom Hagen at vita, at boðaði hann løgregluni frá, var lívið hjá konu hansara í vanda. Í brævinum var eisini eitt krav um níggju miljónir evrur í loysigjaldi, sum hann skuldi gjalda í kryptovaluta, um hann skuldi vænta sær at síggja konu sína aftur á lívi. Men, stívliga ein hálvan tíma eftir, at hann var komin til hús og hevði leitað í húsinum eftir konu síni, vendi hann sær kortini til løgregluna og segði, hvussu vorðið var. Løtu seinni møtti hann løgregluni á einari bensinstøð, har hann eisini hevði hóttanarbrævið við sær.

Eftir at Tom Hagen herfyri lovaði finningarløn til tann ella tey, sum kunnu koma við einum tippi, sum førir til, at konan verður funnin, hevur verjin hjá honum, Svein Holden, fingið fleiri tipp, sum eru send løgregluni. Sambært verjanum er tað serliga eitt tipp, sum hann heldur vera serliga áhugavert, og Svein Holden sigur seg vera í samrøðum við løgregluna um hetta tippið.

Verjin vil tó ikki siga, hvat liggur í áhugaverda tippinum. – Eg kann ikki fara í smálutir við hesum júst nú, men vit fara at koma aftur til hetta seinni, sigur hann.

Er talan um spildurnýggjar upplýsingar í málinum?

- So vítt, eg veit, eru hetta nýggir upplýsingar og soleiðis, sum vit síggja tað, er talan um týdningarmiklar upplýsingar, sigur Svein Holden.

Løgregluadvokaturin, Haris Hrenovica, sum arbeiðir við Hagen-málinum, sigur við tv2.no, at hann vil ikki gera viðmerkingar til innihaldið í tippunum, sum verjin hjá Tom Hagen hevur sent honum.

Í staðin hevur løgreglan fýlst á, at verjin, Svein Holden og miljarderurin, Tom Hagen, hava valt at bjóða út finningarløn til tann ella tey, sum koma við tippum, ið kunnu gera, at Anne-Elisabeth Hagen verður funnin. Tað eru serliga tvey ting, sum gera, at løgreglan ikki er fegin um mátan, sum hetta verður gjørt. 

* at tippini ikki fara beint til løgregluna, men til verjuadvokatin hjá Tom Hagen

* at Tom Hagen bert bjóðar finningarløn til tann ella tey, sum viðvirka til, at kona hansara verður funnin

Løgreglan ynskir nevniliga allar upplýsingar í málinum, og hóast verjin sigur, at løgreglan fær øll tipp, heldur løgregluadvokaturin, Haris Hrenovica, kortini, at hetta er ein óheppin støða. - Tá tað ikki er løgreglan, sum er móttakari av tippunum, hava vit onga trygd fyri, at vit fáa alt, sigur hann og vísir á, at løgreglan skal taka onnur objektivitetsatlit enn verjin.

Tey trý børnini hjá Tom og Anne-Elisabeth Hagen hava um sín verja gjørt greitt, at tey hava ikki álit á kanningararbeiðnum hjá løgregluni. Men, sjálvur sigur verjin, Svein Holden, seg hava álit á og væntanir um, at løgreglan nú fer at fylgja upp áhugaverda tippinum, sum hann sipar til og hevur latið løgregluni, og hann leggur aftrat, at Tom Hagen eisini hevur vónir um, at løgreglan fer at vísa tippinum áhuga.

Umframt at løgreglan nú í longri tíð hevur havt atgongd til húsini hjá Tom og Anne-Elisabeth Hagen í Lørenskog, fór løgreglan týsdagin í hesi vikuni enn einaferð at kanna smáttuna hjá Tom Hagen í Kvitfjell og familjusmáttuna hjá Anne-Elisabeth Hagen í Biri í Gjøvik.

Løgregluadvokaturin, Haris Hrenovica, sigur við tv2.no, at løgreglan leitar bæði eftir prógvum og eftir Anne-Elisabeth Hagen, og hann leggur aftrat, at hetta - í hesum umfari - er fyrsti møguleiki, sum løgreglan hevur, at leita við smátturnar, meðan eingin kavi er.

Miljarderurin, Tom Hagen, sigur seg einki hava við málið um konu sína at gera, og at hann ongan leiklut hevur í, at konan er burtur.