Verjin: - Grundarlagið er ógvuliga veikt

- Eg vænti, at Tom Hagen verður leyslatin eftir rættarfundin í dag, sigur verjin hjá honum, Svein Holden.

 

- Eftir mínum tykki byggir handtøkan av Tom Hagen (mynd) á eitt sera veikt grundarlag, sigur verjin.

- Eftir mínum tykki byggir handtøkan av Tom Hagen (mynd) á eitt sera veikt grundarlag, sigur verjin.

 

Í hesi løtu situr miljarderurin, Tom Hagen, á rættarfundi í Noregi, har løgreglan roynir at fáa mannin varðhaldsfongslaðan í fyribils fýra vikur - skuldsettur fyri at hava dripið ella viðvirkað til dráp av konu síni, Anne-Elisabeth Hagen, sum hvarv úr heiminum í Lørenskog hin 31. oktober í 2018.

- Eg noyðist at vera erligur. Eftir mínum tykki byggir handtøkan av Tom Hagen á eitt sera veikt grundarlag, sigur verjin, Svein Holden, eftir at hava fingið innlit í skjølini, sum liggja til grunds fyri skuldsetingini í málinum og handtøkuni.

Við VG sigur verjin í morgun, at hann ikki ítøkiliga kann siga, hvat tað er, hann sipar til, tí hann er fevndur av tagnarskyldu. - Men, eg vænti, at rætturin kemur at leyslata Tom Hagen, tá fundurin er lokin, sigur Svein Holden, sum endurtekur, at maðurin er merktur av støðuni, sum hann er komin í eftir handtøkuna í gjár.

NRK skrivar, at Tom Hagen møtti upp í rættarsalinum fyri løtu síðan í hvítari skjúrtu og bláum bleysara, har hann setti seg undir liðini á verja sínum. Ákæruvaldið mælti til stongdar hurðar, men umboð fyri miðlarnar hildu hinvegin, at tað hevur týdning at hoyra, hvat Tom Hagen fer at siga um skuldsetingarnar.

Væntandi er, at tað er endurgevingarforboð frá sjálvum rættarfundinum, men vanligt er, at miðlarnir sleppa at endurgeva tað, sum skuldsetingin snýr seg um. Miðlarnir sleppa ikki at vera í rættarsalinum, meðan rættarfundurin er orsakað av smittuvanda, men teir sleppa ivaleyst at hoyra skuldsetingina um eina leinkju hjá rættinum.

Umboðið hjá NRK sigur, at Tom Hagen sær troyttur út. Um verja sín, Svein Holden, hevur miljarderurin sagt, at hann er ósekur, og at hann hevur einki við burturblívingina av konu síni at gera.

 

 

 

 

- Eftir mínum tykki byggir handtøkan av Tom Hagen (mynd) á eitt sera veikt grundarlag, sigur verjin.