Verkfall hóttir: Nú liggur bólturin hjá sjúkrarøktarfrøðingunum

Vit halda okkum til tað, sum liggur á borðinum

Nú liggur bólturin hjá sjúkrarøktarfrøðingunum. Tað sigur Jan Mortensen, leiðari á lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum.

Tey hava samráðst við Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar um tíð um ein nýggjan sáttmála, men samráðingarnar eru slitnaðar og eru eisini givnir, tí heldur ikki teir sóu nakran møguleika fyri at fáa semju og sostatt eru samráðingarnar slitnaðar.

Men fríggjadagin fekk Fíggjarmálaráðið eitt nýtt uppskot frá sjúkrarøktarfrøðingunum. Óluvu í Gong, forkvinna í felagnum fyri sjúkrarøktarfrøðingar, sigur, at uppskotið er grundað á semingsuppskotið, sum tey annars vrakaðu, men sum Fíggjarmálaráðið góðtók. Men hon sigur, at lønarhækkingin varð roknað eitt sindur øðrvísi út so tilsamans gav tað sjúkrarøktarfrøðingunum eitt vet meiri.

– Talan var um smápengar, tí tað hevði ført til eina útreiðslu hjá landskassanum upp á 60.000 krónur afturat um árið, sigur hon.

Les meiri um tað her: Fara nú at tosa um verkfall

– Eg eri ikki samdur í, at talan er um smápengar, sigur Jan Mortensen. Hann sigur, at tað veldst um, hvussu tað verður roknað.

Sostatt eru tey ikki samd um rokningarmátan. Leiðarin á lønardeildini vísir á, at í seinastu samráðingumum sum vóru í 2017 fjørdu tey ein tvey ára sáttmála, sum gekk úr gildi fyri einum ári síðani, ella 1. oktober í fjør, og tað er ein nýggjan sáttmála fyri tann sáttmálan, sum tey nú, til fánýtis hava samráðst um.

Men Jan Mortensen sigur, at hóast talan var um ein tvey ára sáttmála, fingu tey eina lønarhækking, sum gekk yvir fýra ár, og tann seinasti parturin av hækkingini kemur í gildi fyrsta oktober næsta ár og tá hækka lønirnar aftur.

– Og verður alt tað tikið við, halda vit ikki, at nýggja uppskotið frá sjúkrarøktarfrøðingunum snýr seg um smápengar, leggur hann afturat.

Hann sigur, at Fíggjarmálaráðið er bundið av sáttmálum, tey longu hava gjørt og sjúkrarøktarfrøðingarnir hava fingið tilboð um somu lønarhækking, sum hini fakfeløgini hava fingið.

Óluva í Gong hevur ført fram, at upprunaliga ætlaði Fíggjarmálaráðið, at tey onga lønarhækking skuldi fáa yvirhøvur, men tað hevur Jan Mortensen ongar viðmerkingar til.

– Vit hava fingið eitt semingsuppskot, og tað góðtóku vit, men sjúkrarøktarfrøðingarnir vrakaðu tað, so vit meta, at bólturin liggur hjá teimum, sigur Jan Mortensen.

– Vit kunnu bara góðtaka ein sáttmála, sum vit kunnu forsvara fakliga og tað var nýggja tilboðið frá sjúkrarøktarfrøðingunum ikki, leggur hann afturat.