Verkfall stendur kanska fyri framman

Sjúkrarøktarfrøðingarnir vóna framvegis, at Fíggjarmálaráðið vil koma aftur til samráðingar

– Verkfall stendur kanska fyri framman. Tað sigur Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Fara sjúkrarøktarfrøðingar í verkfall, skal tað boðast frá tí minst 48 tímar frammanundan.

Nevndin í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur umrøtt støðuna í dag eftir at Fíggjarmálaráðið havnaði einum uppskotið frá felagnum og samstundis hava semingsmenninir slept endanum.

Óluva í Gong sigur, at tey hava illgruna um, at Fíggjarmálaráðið roynir at kroysta tey í verkfall. Líka síðan samráðingarnar byrjaðu, hevur fíggjarmálaráðið kravt, at vit frásiga okkum rættin at fara í verkfall, sigur hon. Hon sigur, at tað stendur í krøvunum frá Fìggjarmálaráðnum.

Men hon leggur dent á, at hetta er sjálvandi ikki nakað, ið vit nakrantíð fara góðtaka. Men fara tey í verkfall, kann løgtingið, við almennu heilsustøðuni sum grundgeving, taka verkfalsrættin frá teimum, halda tey.

Men Óluva í Gong sigur, at skuldi tað hent, gongur hon út frá, at øll fakfelagssørslan sær manngarð um at verja verkfalsrættin, so at tað ikki fer at henda, at hann verður skerdur.