Verkfallið: Royndin í dag at finna semju er miseydnað

Hvørgin parturin vil geva seg

Í dag varð ein roynd gjørd at fáa glið aftur á samráðingarnar ímillum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar um ein nýggjan sáttmála.

Sjúkrarøktarfrøðingarnir hava nú verið í verkfalli í 12 dagar og í gár heitti løgmaður staðiliga á partarnar um at setast aftur við samráðingarborðið.

Seinnapartin í dag vóru partarnir á fundi við semingsmonnunum, men Óluva í Gong, forkvinna í  Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, sigur, at fundurin var stuttur.

Hann vardi ikki ein tíma, so varð greitt, at tað er eingin vón fyri samráðingum enn, sigur hon. Hon sigur, at niðurstøðan er, at hvørgin parturin vil geva seg, men standa upp á sítt. Fíggjarmálaráðið heldur fast í semingsuppskotið, men sjúkrarøktarfrøðingarnir vilja ikki samráðast út frá tí, tí tær vrakaðu tað.

Sostatt stendur framvegis í botni, men Óluva í Gong vil ikki siga beint nú, hvørjar avleiðingar hetta fer at fáa fyri verkfallið, og um tað verður hert enn meir.

Hon sigur kortini, at í dag hendur ikki nógv. Men tað eru fleiri undantøk, sum ganga til klokkan 15 í morgin og hon vil heldur ikki siga, um tey verða longd, ella ikki.