Verkhúsið Stíggjur hevur okkurt til øll

- Vit vóna at síggja nógv fólk leygardagin, tá vit fara at hava jólasølu og jólakafé í Verkhúsinum Stíggi í Saltangará, sigur Poulina Johannesen.

 

 

Leygardagin 23. november fer Verkhúsið Stíggjur á Høgabóli í Saltangará at hava jólasølu, ið er eitt serstakt og afturvendandi tiltak hjá stovninum. Dyrnar verða latnar upp henda leygarmorgun klokkan 10, og sølan verður opin til klokkan 17.

Poulina Johannesen á Stíggi sigur, at borgarar, sum eru knýttir at stovninum í Saltangará, gleða seg til henda dagin, og tað gera starvsfólkini eisini.

- Vit vóna sjálvsagt øll, at nógv fólk koma á gátt, og her verður nógv at síggja av ymiskum hondgjørdum lutum, bæði prýðislutum og brúkslutum, og her er nógv, sum hevur tilknýti til jólini, sigur hon.

Borgararnir, sum starvast í Verkhúsinum Stíggi, eru tilkomin fólk, gjarna úr 18 árum og eldri og hin elsti, sum er knýttur at stovninum í dag, er 74 ár.

##med2##

- Tey eru spent, nú jólasølan stundar til, og tað eru eisini borgarar, sum koma at hjálpa til við jólakafé'ini við eitt nú uppvaski og øðrum, sigur Poulina Johannesen, sum heldur fyri, at leygardagin verður eisini høvi hjá fólki, sum koma á gátt, at keypa jólagávuna.

Hon leggur aftrat, at sjálv jólakaféin í kantinuni á stovninum verður bara opin alment, meðan jólasølan verður leygardagin komandi, men ting og lutir, sum tey selja, standa vanliga eisini frammi í vikuni eftir.

##med3##

- Sølubúðin í Verkhúsinum Stíggi er opin vanligar yrkadagar frá klokkan 09 til 16, og fríggjadag frá klokkan 09 til 14, sigur Poulina Johannesen.

##med4##