Vestergaard: Bólkur 5 má hava fleiri fiskidagar umgangandi

Bólkur 5b hevur ikki fleiri fiskidagar eftir í ár

Høgna Hoydal má beinanvegin broyta kunngerðina um býtið av fiskidagatalinum hjá bólki 5, soleiðis at dagarnir, sum eru eftir, kunnu brúkast av øllum bátum í bólki 5.

Tað sigur Jacob Vestergaard, løgtingsmaður og fyrrverandi fiskimálaráðharri, í lesarabrævi, eftir at Vørn fyrr í dag boðaði frá, at allir fiskidagarnir hjá bólki 5B eru uppi, at at fiskiskapurin tí skal steðga beinanvegin.

Víðari sigur Jacob Vestergaard, at landsstýrismaðurin má, so skjótt tingið kemur saman á ólavsøku, leggja fram uppskot at hækka fiskidagatalið hjá øllum bátum í bólki 5.

- Smáu útróðrabátarnir í bólki 5 eru ikki nøkur hóttan ímóti toska- og hýsustovninum og áttu at kunna fiska frítt. Teir eru darvaðir av veðri og streymi, so dagatalið verður altíð avmarkað og harvið eisini nøgdin teir fiska sigur Jacob Vestergaard, sum heldur, at bólkur fimm strekkir seg yvir ov nógvar bátar, og at bólkurin skuldi einans verið fyri "stóru" bátarnar, so at teir høvdu nokk av døgum.

- Tað er syndarligt, at vit eru komin í eina slíka støðu. Hesum hevur Høgni Hoydal, landsstýrismaður, og landsstýrið vita av longi. Atgerðarloysi ella illvilji mugu vera orsøkir til, at menn nú ikki sleppa út at rógva, skrivar Jacob Vestergaard og leggur aftrat, at um landsstýrismaðurin einki ger, so leggur Fólkaflokkurin fram uppskot um at hækka dagatalið ístaðin.