Vestmenningar vísa vegin – tað er einki at bíða við

Mynd Birgir Waag Høgnesen

Mynd Birgir Waag Høgnesen

Pauli Trónd Petersen, borgarstjóri í Vestmanna, gjørdi skjótt av, tá hann á egnum kroppi merkti, hvat tað vil siga at vera fyri ágangi av ótolandi larmi frá skipum. Vestmanna býráð tók beinanvegin málið upp til viðgerðar í bygdaráðnum.

Vestmenningar hava bert fingið ein ”brellbita” av tí ágangi, sum aðrir føroyingar regluliga verða útsettir fyri, men taðkom týðiliga fram í samrøðuni hjá Kringvarpinum við Paula Trónd Petersen, borgarstjóra, í tíðindunum í gjár, at hann longu visti hvat hann tosaði um. Hann upplivdi sjálvur ágangin frá skipinum á egnum kroppi og hesum vil hann ikki útseta sínar borgarar fyri.

Hetta er fyrstu ferð, at slíkt skip kemur at bryggju í Vestmanna. Hetta skipið og fleiri afturat hesum eru skip, sum borgarar kring alt landið í áravís og framvegis javnan kæra sína neyð um.  Tað tók ikki Vestmanna bygdaráði meria tveir dagar at taka avgerðina um at banna slíkum skipum, sum Articu at koma til bryggju.

##med2##

Vestmanna bygdaráð tók við hesi avgerð ræðið av havnameistaranum og tók harvið eina skynsama, siðiliga og ábyrdgarfulla avgerð fyri at verja sínar borgarar. Grundgevingin fyri avgerðini var, at trivnaðurin hjá borgarum í bygdini hevur størri týdning enn inntøkur frá ótolandi ljóðkeldum. Avgerðin hevur fyrimyndarligt symbolskt virðið og felagið vil rósa Vestmanna kommunu fyri avgerðina, sum hinar kommunurnar eiga at læra av.

Sum felagið Heimafriður áður hevur gjørt vart við, er ágangurin óbeskriviligur og tískil mást tú uppliva slíkan ágang, fyri at vita hvat talan er um. Óteljandi klagur, samrøður, kanningar, filmar og fundir við kommunurnar gjøgnum nógv ár, hava ikki borið á mál. Kommunurnar peika allar á landstýriðsmannin við umhvørvis- og vinnumálum, Helga Abrahamsen, sum tær siga, skal áseta markvirðið fyri alt landið.

Í 2009 spurdi Helgi Abrahamsen, táverandi løgtingslimur, á tingsins røðarapalli, Anniku Olsen, táverandi landsstýriskvinnu, um óljóð frá skipum. Tá var svarið frá Anniku Olsen greitt: kommunan er umhvørvismyndugleikin á økinum og kommunan hevur ábyrgd og heimild at gera nakað við larmin, frá havnaløgum.  Í somu spurnarrundu ger Tórbjørn Jacobsen, táverandi løgtingslimur og núverandi borgarstjóri í Runavíkar kommunu, gjøldur burturúr spurninginum frá Helga Abrahamsen, og reypaði m.a. av, at honum dámdi larm og vildi hann vísa á, at fólk yvirliva larm uttan hoyruvernd.
(Løgtingssetan 2009 Mál:903 Viðgerð:17)

Undrunnarsamt er, at Vestmanna kommuna kemur til eina týðiliga niðurstøðu, eftir fáum tímum, ímeðan hinar kommunurnar kasta bóltin víðari til landstýrismannin, heldur enn at taka í egnan barm og verja sínar skattaborgarar.

Tað var púra rætt, sum Annika Olsen segði í løgtinginum í 2009, tá hon sat sum landsstýriskvinna við innlendismálum:

- Kommunurnar hava ábyrgd og heimild at áseta hvussu nógv óljóð kommunurnar ynskja at útseta sínar borgarar fyri, segði landsstýriskvinnan, sum nú situr sum borgarstjóri í landsins størstu kommunu. Man hon hava gloymt, hvat hon sjálv segði í 2009?
Tað er tí einki hjá kommunum at bíða við, tí tær kunnu sjálvar, smbr § 8 í ‘Kunngerð um umhvørvisreglur’, seta forboð fyri virksemi, sum elvir til heilsuvanda.
Leinkja til spurnarrundu (2009 Mál:903 Viðgerð:17):
https://www.logting.fo/files/sound/2009/903/17/2009-903-17.html

 

Trina Elttør Eysturoy,

forkvinna

Mynd Birgir Waag Høgnesen

Trina Elttør Eysturoy, forkvinna í Heimafriði