- Hetta er besta miðalvekt á veturgomlum veðrum hjá mær nakrantíð, sigur Súni í Hjøllum. Á myndini er veðrurin, sum vigaði 121 pund.

Veturgamlir vigaðu 117 pund í miðal

Tað má nærkast einum meti í heyst, at tríggir veturgamlir veðrar vigaðu stívliga 117 pund í miðal.

 

- Hetta er besta miðalvekt á veturgomlum veðrum hjá mær nakrantíð, sigur Súni í Hjøllum. Á myndini er veðrurin, sum vigaði 121 pund.

 

Í gjár fletti Súni í Hjøllum á Toftum tríggjar veturgamlar veðrar, og tað skal vera ógvuliga løgið, um hesir veðrar ikki sláa øll met í heyst.

Teir tríggir veðrarnir vigaðu ikki minni enn 113, 118 og 121 pund hvør. Hetta gevur eina miðalvekt á 117.3 pund hvør.

- Hetta er besta miðalvekt á veturgomlum veðrum hjá mær nakrantíð. Tó havi eg havt ein veðr, sum var størri enn hin størsti hesaferð.

Tað var í 2017, at Súni í Hjøllum fletti ein veturgamlan veðr, sum vigaði heili 126 pund. - Tað er met hjá mær, leggur hann aftrat.

##med2##

- Hetta er besta miðalvekt á veturgomlum veðrum hjá mær nakrantíð, sigur Súni í Hjøllum. Á myndini er veðrurin, sum vigaði 121 pund.