Við eggjartrom

Tórbjørn Jacobsen 

Í mun til grannarnar eru vit lítið á leið komin í kykmyndini, hóast nógvir dugnaligir spírir eru komnir undan kavi hesi seinru árini. Sviar, danir, norðmenn og íslendingar hava rættiliga tikið seg fram, tað sæst á ymsum rásum, og helst er orsøkin til okkara landspolitiska trupulleika, nú við føroysku sendirøðini TROM, at lógar- og kunngerðarverk okkara ikki er kappingarført – táið mentan og vinna skulu flættast saman sum í hesum førinum. Hetta merkir ikki tað sama sum, at tey, sum sita fyri valdinum, ikki ynskja at fyritreytirnar eru tær somu hjá okkum sum hjá øllum øðrum – ella, í minsta lagi á sama støði sum hjá framkomnu grannunum.

Mangt bendir á, at vit nú standa við eitt paradigmuskifti - kykmyndini viðvíkjandi. Runavíkar kommuna hevur í longri tíð samstarvað við Andrias Høgenni um eina verkætlan, og hevur samtykt at veita henni fíggjarligan stuðul. Okkurt bendir á, at hon nú er komin í stropa.

Tveir fullblóðsgøtumenn, báðir kloyvdir millum Syðru- og Norðragøtu, Jógvan Isaksen og Tórfinnur Jákupsson, eru millum leiðtogararnar í hini nú so aktuellu og ætlaðu kykmyndarøðini TROM. Tí var tað sjálvsagt, millum nógvar aðrar orsøkir, at grannarnir í Eysturkommunu vóru fyrstir at taka spunslið av skríninum, fyri at veita verkætlanini sín stuðul. Munadyggan stuðul. Tað eigur grannakommunan mikið rós og nógvan heiður fyri.

Støðlafjall er eyðsýnt úr ymsum heraðshornum, ein megindepil í hesari søguni, og fjallið stendur sum ein varði, sum mark, millum Gøtuvík og Skálafjørðin.

Kullissurnar til hesa filmsupptøkuna eiga at vera í Føroyum. Tað ivast ongin um. Hinvegin eigur ein politisk skipan ongantíð at virka undir trýsti, men í hesum førinum tykist tað sum, at mentanin/vinnan hevur yvirhálað politisku skipanina og hennara regluverk. Tí er hetta serstøða.

Eftir at hava samskift við býráðslimir í Runavíkar Býráði, haldi eg meg kunna staðfesta, at vit mæla til, at viðkomandi partar seta seg saman fyri at røkka fíggjarliga málinum, til tess at sendirøðin TROM kann takast upp í Føroyum. Ístaðin fyri at kommunur nú fara at koma so pø á pø við upphæddum, átti Kommunufelagið, Mentamálaráðið og Vinnumálaráðið skjótast gjørligt at sett seg saman fyri at finna fíggingina í hesum serstaka førinum, har kappingarneytarnir uttanlands hava tey betru boðini og tí standa til at syfta hendan fongin um stokkin.

Av heilum huga ynskir Runavíkar kommuna at vera partur av hesum – eisini at vera partur av hinum fíggjarliga høpinum í einum skilagóðum lutfalli.

Í hesum málinum standa vit við eggjartrom – spurningurin er so, fara vit útav, ella megna vit at syfta okkum inn av tromini aftur?