Video: Arbeiðið í tunlinum gongur framá

P/F Eysturoyartunnilin veit í kvøld at siga, at arbeiðið at gera tunnilin lidnan gongur støðugt framá.

 

P/F Eysturoyartunnilin veit í kvøld at siga, at arbeiðið at gera tunnilin lidnan gongur støðugt framá. Tunnilin varð skotin ígjøgnum hin 7. juni í ár.

- Tunnilin verður gjørdur liðugur í fýra stigum. Fyrst frá Hvítanesi niður til lægsta stað í tunlinum. Síðan frá Rókini til rundkoyringina í tunlinum, og síðan frá rundkoyringini til lægsta stað, sum er miðskeiðis undir Tangafirði. At enda verður teinurin av Strondum til rundkoyringina gjørdur liðugur. Ætlandi letur tunnilin upp fyri ferðslu í desember í 2020.

Í einari frásøgn í kvøld verður sagt, at eftir at tunnilin varð skotin í gjøgnum, varð byrjað á Hvítanesi at gera sjálvan tunnilin lidnan. Soleiðis varð gjørt fyri, at ravmagnsarbeiðið kann byrja stigvíst, tá alt annað arbeiði er liðugt á hesum teininum. Ravmagnsarbeiðið byrjar ætlandi í november.

- Vegbreytin frá Hvítanesi og niður á lægsta stað var mest sum liðug, tá tunnilin varð skotin ígjøgnum. Hesin teinur er umleið fýra kilometrar langur. Eisini varð pumpuleiðingin til vatn, sum lekur inn í tunnilin, løgd, umframt háspenningslinjurnar hjá SEV. Hesar háspenningslinjur skulu avloysa sjókaðlarnar í Tangafirði og Skálafirði.

Sagt verður í frásøgnini, at tá skotið varð ígjøgnum, varð fyrst byrjað at vatntryggja tunnilin. Tað merkir, at vatn, sum lekur inn í tunnilin, verður leitt burtur av vegbreytini.

- Fyri at vatntryggja verður ein dúkur spentur upp undir tunnilshválvið, og síðan verður betong sproytað út yvir dúkin. Eisini eru kantsteinar stoyptir - og ein lágur veggur fram við vegbreytini. Aftan fyri stoypta veggin verða rør løgd til allar ravmagnsleiðingar. Aftrat hesum arbeiði verða pumpubrunnarnir gjørdir lidnir, portalarnir stoytptir og ymiskt annað, veit P/F Eysturoyartunnilin at siga í kvøld.

Kom við ein túr av Hvítanesi og inn í Rókina við at trýsta á viðheftu leinkju - https://www.facebook.com/eysturoyartunnilin/videos/1446063715562723/