Video: BBC kannar grindadráp í Føroyum

Bretska sjónvarpsstøðin BBC hevur gjørt ein dokumentar um grindadráp

Stacey Dooley umborð á báti

Stacey Dooley umborð á báti

Tíðindakvinnan Stacey Dooley hevur verið í Føroyum og kunnað seg um føroysku siðvenjuna at drepa grind. Hon hittir nakrar føroyingar fyri at hoyra nærri um grindadráp, og eisini hittir hon nøkur umboð fyri Sea Shepherd, meðan tey eru í Føroyum. Eisini er hon í Noregi, har hon upplivir hvalaveiðuna har. 

Talan er um eina objektiva sending, har hædd verður tikið fyri fakta og meiningum frá báðum síðum.

– Hetta hevur verið ein eygnaopnandi og summar tíðir torfør ferð. Hvalaveiða er eitt sera kensluborið evni, sum inniber siðvenju og sannføringar. Øll okkara, ið eta kjøt, mugu vera meira ærlig um, hvat vit eta, og hvaðani tað kemur, sigur Stacey Dooley, tá hon tekur samanum til síðst í dokumentarinum.

##med2##

Stacey Dooley umborð á báti

Stacey Dooley Investigates - The Whale Hunters