Video: Dokumentarur um filipinskar kvinnur í Føroyum

Filipinsku kvinnurnar, sum Deutsche Welle hevur snakkað við, stórtrívast í Føroyum

Týski miðilin Deutsche Welle hevur verið í Føroyum og gjørt eina dokumentarsending, sum snýr seg um filipinskar kvinnur í Føroyum og onnur føroysk viðurskifti. 

Í sendingini hittir journalisturin nakrar filipinskar kvinnur, sum fortelja um, hvussu tær hava skapt sær eitt nýtt lív í Føroyum. Eisini fortelja tær um avbjóðingarnar at tilpassa seg lívið her, sum er so langt burturi frá Filipinunum og harvið eisini øðrvísi enn tað, sum tær hava verið vanar við.

Eitt annað evnið, sum verður umrøtt í sendingini er avbjóðingin við, at ungar kvinnur í nógv ár eru fluttar av landinum. Eisini eru ólavsøkan og Faroe Pride partur av sendingini, og nakrir føroyingar eru við og fortelja um sínar meiningar og upplivingar um viðgjørdu evnini.

Hygg at dokumentarfilminum hjá Deutsche Welle, sum er á enskum, her:

##med2##

Looking for love ❤️ on the Faroe Islands | DW Documentary