Video: – Eg havi verið ein heppin maður

Poul Jákup Thomsen fór frá at vera rúsesevnismisnýtari til at blíva stjóri í Føroya Symfoniorkestri

Poul Jákup Thomsen (Skermmynd frá Green Rennaissance)

Poul Jákup Thomsen (Skermmynd frá Green Rennaissance)

Nú er enn ein stuttfilmur frá suðurafrikanska filmsliðnum Green Rennaissance tøkur á netinum. Hesa ferð er tað fyrrverandi stjórin í Føroya Symfoniorkestri, Poul Jákup Thomsen, sum fortelur um mangt og hvat.

Filmsliðið vitjaði hann, beint áðrenn hann gavst sum stjóri, og í tí sambandi hugleiðir Poul Jákup í filminum um, hvat hann nú fer at fáa tíðina at ganga við.

– Tú livir so leingi, tú lærir. Tað er tí, eg altíð eri í holt við okkurt. Altíð. Eg eri forvitin. Fyri meg er tað ein týdningarmikil partur av lívinum. Eg fari upp hvønn morgun glaður, sigur hann.

– Mítt arbeiði er ikki mítt lív. Eg eri Poul Jákup og fari enn at vera Poul Jákup. Hinvegin, so fari eg nú at hava meira tíð til at liva lívið og gera ting, eg havi hug til at gera. Eg vil spæla harmoniku, og eg vil læra nýggj ting, so eg fari ikki at keða meg, sigur Poul Jákup Thomsen.

Men lívið hevur ikki altíð verið ein dansur á rósum fyri Poul Jákup. Í hansara ungu árum stríddist hann nevniliga við rúsevnismistnýtslu, fortelur hann í filminum.

– Við at taka ábyrgd, so kann eg broyta mítt lív. Og tað var tað, eg gjørdi. Eg viðurkendi, at eg var rúsevnismisnýtari, og eg gavst, og eg havi ikki nortið nakað síðan tá, sigur hann.

– Eg trúgvi, at tá ein hurð fer aftur, latast tvær aðrar hurðar upp. So eg eri sera takksamur fyri, at eg hevði kjansin at liva tað ringa lívið og gera allar broytingar fyri at fáa tað fantastiska lívið, eg havi nú.

– Eg havi verið ein heppin maður, sigur Poul Jákup Thomsen.

Hygg at filminum her:

##med2##

Poul Jákup Thomsen (Skermmynd frá Green Rennaissance)

A Lucky Man