VIDEO: Fleyg aftur fýra mánaðir aftaná vanlukkuna í Mykinesi

(Video) Hoyr fyrrverandi flogskiparan, Páll Stefánsson greiða frá flogvanlukkuni í Mykinesi, ið hendi fyri júst fyri 50 árum síðani

Annar flogskiparin, Páll Stefánsson var millum tey sum yvirlivdu tá flogfarið datt niður í Mykinesi fyri 50 árum síðani (Mynd: Fréttaaukinn)

Annar flogskiparin, Páll Stefánsson var millum tey sum yvirlivdu tá flogfarið datt niður í Mykinesi fyri 50 árum síðani (Mynd: Fréttaaukinn)

Talan var um størstu flogvanlukkuna í Føroyum, tá Fokker Friendship-flogfarið, sum íslendingar høvdu leigað, hendan dagin við nógvari ferð rendi seg í vøllin undir Knúki í Mykinesi, og brotnaði í trý. Velið lá aftast tvørturum vøllin. Nakrar tímar frammanundan var flogfarið við manning og ferðafólkum farið av Flesland-flogvøllinum í Bergen.

- Eg vann í lívsins happadrátti. Eg vann sjálvt lívið. Tað segði Páll Stefánsson, annar flogskiparin um flogvanlukkuna í samrøðu við "Frettaaukinn", 26. oktober í 2009.

Páll Stefánsson greiðir frá flogvanlukkuni, ið hendi í sera ringum veðri.

Bara fýra mánaðir aftaná flogvanlukkuna fleyg Páll Stefánsson aftur flogfør hjá Icelandair, og hann greiðir frá, at hann fleyg eisini aftur til Føroyar.

Á videobrotinum síggjast eisini upptøkur frá degnum tá íslendsku ferðafólkini, og tey av íslendsku manningini, ið yvirlivdu komu aftur til Íslands. Við á ferðini var eisini kistan við flogskiparanum, Bjarna Jensson, ið doyði 44 ára gamal.

HER ber til at síggja innslagið og samrøðuna "Fréttaaukinn" gjørdi í 2009:

##med2##

Tey sum doyðu vóru: 

Bjarni Jensson, flogskipari, 44 ára gamal, Reykjavík

Gunnleif Durhuus, 35 ára gamal, Klaksvík

Brynleif Hansen, 33 ára gamal, Vatnsoyrar

Martin Holm, 60 ára gamal, Tórshavn

Sofus Jacobsen, 52 ára gamal, Klaksvík

Hans Jacob Joensen, 50 ára gamal, Klaksvík

Davilda Petersen, 56 ára gomul, Vestmanna

Ernst Petersen, 52 ára gamal, Porkeri

 

 

Annar flogskiparin, Páll Stefánsson var millum tey sum yvirlivdu tá flogfarið datt niður í Mykinesi fyri 50 árum síðani (Mynd: Fréttaaukinn)

"Flugslysið í Mykinesi" - Íslendskt innslag frá 2009