Video: Her er brot úr fyrsta føroyska stuttfilminum á Cannes

Hóast brellbitin er stuttur, kann mann fáa ein lítlan varhuga av huglagnum í stuttfilminum "Ikki illa meint", sum í kvøld hevur vunnið virðisløn fyri besta stuffilm í Cannes

 

Føroyski filmlistamaðurin Andrias Høgenni hevur við stuttfilmi sínum Ikki illa meint vunnið virðisløn fyri besta stuttfilm til stórfingna altjóða filmstevnu í Cannes.

Hann hevur við hesum skrivað søgu sum fyrsti føroyingurin, sum hevur vunnið eina virðisløn í viðurkendu filmsstevnuni, sum eitur Semaine de la Critique. Les meira um tað HER.

Ikki illa meint er ikki tøkur á netinum, so tað ber ikki til hjá almenninginum at síggja hann enn. Hann var tó vístur til Geyta-tiltakið í februar, har hann vann føroysku filmsvirðislønina. Men - ein brellbiti til filmin er tøkur á YouTube í sambandi við tilnevningina til Semaine de la Critique, sum varð almenn í apríl.

Hóast brellbitin er stuttur, kann mann kanska fáa ein lítlan varhuga av huglagnum í serliga stuttfilminum, sum Andrias Høgenni sjálvur lýsir sum løgnan. Til ber at síggja brellbitan her:

##med2##

 

 

Teaser - Ikki Illa Meint - Semaine de la Critique 2019