Video: – Hetta er eitt kall

– Meiningin við mínum lívi er at liva eitt lív, sum er fult við áhugaverdum tingum at gera, sigur Bernhardur Wilkinson í filmi hjá Green Rennaissance

Bernhardur Wilkinson - (Skermmynd: Green Rennaissance)

Bernhardur Wilkinson - (Skermmynd: Green Rennaissance)

– Eg kalli hetta ikki fyri eitt arbeiði. Tí fyri meg er hetta so nógv meira. Hetta er eitt kall. 

Soleiðis sigur íslendski dirigenturin hjá Føroya Symfoniorkestri, Bernhardur Wilkinson, í videosamrøðu við suðurafrikanska filmsliðið Green Rennaissance, sum hevur gjørt ein stuttfilm um hann.

Bernhardur Wilkinson fortelur í filminum, at hann kundi ikki hugsað sær ein heim uttan tónleik, og eisini fortelur hann um, hvussu tónleikur og náttúra fyri hann hanga saman.

Spurdur um meiningina við lívinum, sigur hann:

– Meiningin við mínum lívi er at liva eitt lív, sum er fult við áhugaverdum tingum at gera. Eitt lív, sum er kreativt. At mann ikki er fangaður í tí sama gamla.

– Les um nýggj ting, ver áhugaður. Ver opin fyri nýggjum hugskotum, sigur Bernhardur Wilkinson í stuttfilminum hjá Green Rennaissance, sum til ber at síggja niðan fyri.

##med2##

Bernhardur Wilkinson - (Skermmynd: Green Rennaissance)

In It Together