Video: Hoyr Herborg og Terja syngja duett

– Hetta er eitt atypiskt kærleikslag – ein “beauty and the beast”-søga, um kvinnuna, sum elskar sín mann, hóast ongin skilur hana. Útattil er hann arrogantur, men tá tey eru einsamøll, er hann bleytur sum smør, sigur Herborg Torkilsdóttir, sum hevur skrivað lagið

Herborg Torkilsdóttir og Terji Rasmussen, sum bæði búgva í Nólsoy, hava givið nýtt lag út. Lagið eitur “Over The Top”, og talan er um eina duett.

– Hetta er eitt atypiskt kærleikslag – ein “beauty and the beast”-søga, um kvinnuna, sum elskar sín mann, hóast ongin skilur hana. Útattil er hann arrogantur, men tá tey eru einsamøll, er hann bleytur sum smør, sigur Herborg Torkilsdóttir, sum hevur skrivað lagið.

Herborg Torkilsdóttir er nýggj á tónleikapallinum, men hevur verið sera aktiv í seinastini og hevur útgivið sjey stakløg síðan mars 2019. Fleiri av løgunum hava verið í umfar í útvarpinum, m.a. “Lalala”, “Are you sure”, “Maybe Baby” og seinast hennara fyrsta føroyska staklag “Hvat hugsar tú?”.

Terji er tónleikari og sangskrivari, og hann hevur verið sera aktivur í føroyska tónleikaheiminum í nógv ár, bæði sjálvur og í bólkum, so sum “Terji og Føstufressar”, “Moirae” og “Frændur”. Seinasta lagið kom út beint fyri jól 2019, og kallast “So sigst” – enn eitt lag, sum er móttikið sera væl av hansara trúfasta lurtaraskara.

Terji Rasmussen og Niclas Johannesen hava framleitt og spælt instrumentini inn, og Lena Anderssen hevur hjálpt við tí ensku úttaluni. Kristoffur Mørkøre skal ljóðblanda og mastra.

Hetta er fyrsta duettin hjá Terja Rasmussen, og fyrstu ferð hann er við á einari enskari útgávu.

 

Videolagið er upptikið av Rógva Rasmussen, og tað sæst her :

##med2##

Herborg Torkilsdóttir og Terji Rasmussen - Over The Top