Video: Lær føroyska stavraðið á teknmáli

Deyvafelagið hevur roynt at gjørt vart við avbjóðingarnar við føroyska teknmálinum

Støðan hjá føroyskum teknmáli er ikki góð. Tað sigur Deyvafelagið, nú trý ár eru liðin, síðan føroyskt teknmál gjørdist alment føroyskt mál.

– Støðan er trupul. Tað er ikki skipað frálæra í teknmáli. Í skúlunum vera deyv ikki undirvíst á teknmáli og í samband við tulking, av samskifti, tíðindum og sjónvarpssendingum annars, eru ikki nóg mikið av tulkum í starvi at nøkta tørvin, sigur Deyvafelag Føroya, sum javnan er í samband við avvarandi myndugleikar um trupulleikarnar.

– Tað skal tó eingin ivi verða um, at vit gleðast um, at føroyskt teknmál er viðurkent sum mál, tí tað gevur rættindi at seta fram ynskir og krøv á jøvnum føti við tey, ið nýta talumál, sigur felagið.

Deyvafelagið vísir á, at atkoma er eitt hugtak, ið er nógv at hoyra í hesum døgum.

– Tað er eisini galdandi fyri mál og mentan. Tá talan er um teknmál, merkir atkoma, at deyv og onnur teknmælt altíð hava atgongd til egið mál og at samskifta. Tað merkir eisini at upplýsing, kunning og tíðindi eru atkomulig á báðum málum.

Eitt videobrot er framleitt í sambandi við trý-ára dagin. Lær føroyska stavraðið á teknmáli her:

 

##med2##

Føroyska stavraðið á teknmáli.