Video: Lívið hjá einum íverksetara

Dokumentarfilmurin er um føroyska stjørnuíverksetaran Heina Zachariassen, sum hevur stovnað Vivino

"Disrupting Wine – The Life of an Entrepreneur" er ein filmur um íverksetaran Heina Zachariassen, sum stovnaði vínappina Vivino.

Dokumentarurin snýr seg um søguna um bæðu Vivino og Heina Zachariassen sjálvan.

Tá Heini Zachariassen var ungurm fann hann útav, at hann skuldi vera íverksetari, og fyri at náa tí málinum, mátti hann flyta til Danmarkar at fáa sær útbúgving.

Seinni flutti Heini saman við familjuni til San Francisco, har hann menti Vivino til størstu vínapp í heiminum. Vivino hevur í dag fleiri milliónir brúkarar.

Filmurin framleiddur av Johan Rimestad og Rógva Langgaard, og hann verður tøkur á Prime Video hin 23. juli. Trailarin er tøkur á YouTube nú:

##med2##

Disrupting Wine - The Life of an Entrepreneur (Trailer)