Verður verandi um frostmarkið

Petur Skeel Jacobsen, veðufrøðingur, væntar ikki at hitin fer at krúpa langt upp eftir hitamátaranum í bræði.

Petur Skeel Jacobsen, veðufrøðingur, væntar ikki at hitin fer at krúpa langt upp eftir hitamátaranum í bræði. Tað sum gongur aftur í veðurforsøgn hansara, er orðingin "Hitalagið um frostmarkið."

 

Seinnapartin í dag verður hvassur vindur upp í skrið av útsynningi og kavaælingur. Hitalagið um frostmarkið.

 

Týsdagin verður eitt stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi og eystri og kavaælingur, men onkur sólglotti. Hitalagið um frostmarkið.

 

Mikudagin verður gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitalagið um frostmarkið.

 

Hósdagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi og fríggjadagin verður eitt lot av ymsum ættum. Yvirhøvur turt og sólglottar og hitalagið millum frostmarkið og fýra stig.