Video: Tað er hjartarúm heima hjá Napoleon

– Hinir menninir rista við við høvdinum, tá teir síggja hendan bátin. Hann er ljósareyður, seinur og hevur segl, sigur Napoleon Smith í nýggjum stuttfilmi

– Har hjartarúm er, er eisini húsrúm.

Hesum orðatakinum hevur fryntligi havnarmaðurin Napoleon Smith lagt seg eftir í sínum gerandisdegi. Hann hevur ofta útlendsk ferðafólk gistandi heima hjá sær, og í nýggjum filmi hjá suðurafrikanska filmsliðnum Green Rennaissance greiðir hann nærri frá hesum.

– Mær dámar at hava samband við aðrar mentanir og fólk aðrastaðni frá, sigur Napoleon í filminum. 

Napoleon hevur høsn og bát, og filmsliðið var eisini við honum, tá hann var ein túr á floti.

– Hinir menninir rista við við høvdinum, tá teir síggja hendan bátin. Hann er ljósareyður, seinur og hevur segl. Hetta er ikki akkurát ein bátur, sum vanligi føroyingurin hevði verið stoltur av, sigur hann skemtandi.

Hann plagar at geva nakað av fiskinum til eldri fólk, sum hann kennir.

– Vit hava ofta lyndi til at gloyma tey einsamallu fólkini. Ein lítil tænasta kann í teirra verð vera næstan lívsbroytandi, sigur Napoleon Smith.

Hygg at filminum her:

##med2##

Heart Room